1.partur av “The Bachelorette” og eg eri fangað

Let the journey begin..

Endiliga! Orsøkin til at eg nústani skrivi hesa greinina, er tí eg hevði trupulleikar við at finna eina heimasíðu, har eg kundi síggja partin. (Ja, sigast skal at eg streami tað). Eg plagi at finna partarnar á teimum vanligu síðunum, har man finnur aðrar seriur. So tað er bara at googla “watch the bachelorette” so skalt tú nokk finna tað.

Out of the limo..

Allright! So var hann er. Jojo er The bachelorette og 25 menn eru klárir at berjast fyri henni! Fyrsti partur er altíð líka stuttligur, tí hvør einstakur roynir at gera okkurt útyvir tað vanliga, soleiðis at bachelorettin leggur merki til júst seg. Hesa fer var eitt sindur av hvørjum. Ein var latin í sum ein jólamaður, ein kom ríðandi á einum unicorn, ein á motorsúkklu, ein kom syngjandi.. Soleiðis “reklamera” teir fyri sær sjálvum. Alt fyri at yvirliva fyrsta kvøldið, har nakrir verða sendir heim. (sigast skal, at jú meira senditíð luttakarnir fáa, jú betur er møguleikarnir aftaná serian er liðug. Tey fáa ein hóp av tilboðum aftaná, og verða sum so landskend.

Topp 5

Har eru nógvir góðir kandidatar hesa sesongina. Tað er ofta stuttligt at síggja hvør hevur kemi og hvør slett ikki hevur. Eg havi longu ein topp 5, av luttakarum, sum eg giti fara at koma langt. Luke – hann var eitt sindur smæðin, men hon var hundrað prosent tiltrekt at tí sum hann útstrálaði. Ollie – hann spældi klaver og tað heila (floyt floyt).. trúgvi ikki at hesin kemur allan vegin, men ja, kanska topp 5. So var tað Robbie – hann dámdi henni væl, (at døma eftir hvat man sá fer at henda komandi vikurnar, hevur hesin kanska eina aðra damu!! (Ohh noo)). James – hann var ein heilt onnur typa, kanska eitt sindur nørdutur og pápaligur. Hann kundi eisini havt ein tjans.

First impression rose

Her kemur tann fimti í mínum topp 5 lista. Tað er nemliga ein sum fær ‘the first impression rose’ og tað varð JordanTað var einki at ivast í, at har var eitt ella annað sjálvsamt ímillum tey bæði. Og hann fekk tann fyrsta mussin! Omg fyrsta kvøldið.. haha… happens every time. Hesin verður hvussu er í topp 3.

The bad guys

Tað eru altíð onkrir douchebags við, aka teir sum drekka seg alt for fullan, fyrsta kvøldið og enda naknir í svimjihylinum (Daniel) . Ella teir sum tíðiliga ikki eru har “for the right reasons”. Har er ein sum eitur Chad , sum eg trúgvi kann verða ein verri kúllur.

Next time on the bachelorette (sagt við sjónvarpsrødd)

iiiiihh eg eri longu so spent at síggja næsta part! Og so skal eg bíða í eina heila viku. Har sær út til at fara at henda eitt sindur, so eg eri um at bresta av spenningi! Gud havi lov, at eg kann kobla úr við hesum, ímeðan eg lesi til roynd. Faaaantastiskt.

Fær og skunda tær og hygg, tí eg vil sleppa at hoyra hvør tín yndis er!! (send mær eini boð, um tú ikki finnur leinkju til at síggja partin, so skal eg nokk hjálpa) 😀

Gleði meg til “The Bachelorette dag” næsta mikudag!

M&K

Skriv et svar