1. sunnudagur í advent

Mítt hjarta smeltar! Eg elski sermerktar dagar og tankan um at nú eg eri blivin vaksin, so kann eg gera mínar egnu traditiónir/siðvenjur. Mær dámar so væl at skapa hugna heima hjá okkum, og eg taki av hvørjum høvi, har dagurin onkursvegna kann gerast sermerktur og minniligur.

Nú tað er 1.sunnudagur í advent nærkast jólini alvorliga, og nú nýtist eg ikki longur at verða flov av at vera í jólahýri.

Eg gjørdi okkum ein adventskrans fríggjakvøldið. Eg hugsaði við mær sjálvari, at í ár skuldi hann rigga. Eg haldi so ofta at tað kiksar tá man fer í gongd við tílíkt. Eg havi altíð eina so klára mynd av hvussu enda úrslitið skal síggja út, men eg eri ongantíð komin nærnámind tí, tá eg fyrr havi gjørt dekoratiónir. Men hesuferð var eg eyka málrættað.

 15225246_10154702826314144_1188585653_o

Eg hevði keypt ein hvítan krans har fýra ljós kundu standa í, so grundarlagið var gott. Síðani brúkt eg grann og smáar jólakúlur. Grankoglurnar og reyðu berini fann eg úti og tey havi eg síðani turka og spreið mála. Eg haldi tað verða stuttligt at eisini hava okkurt við frá nátturuni, og ikki bara materialistisk ting, sum eg havi keypt.

Eg bleiv faktiskt heilt væl nøgd við úrsliti, og hetta er uttan iva vakrasti kransurin eg nakrantíð havi verið ein partur av. Sig so tað, kanska teir blíva vakrari, jú eldri man blívur. So gleði eg meg longu til næstu jól!

15204061_10154702826594144_176963022_o

Í morgun hava vit so hugnað okkum við nýbakaðum bollum og øðrum góðum ímeðan vit tendraðu adventskransin. Eg hevði tó eisini ynskt at verið heima í Føroyum í dag, tí við Norðskála er ein av traditiónunum  at Santa Lucia er í kirkjuni 1. sunnudag í advent. Tað minnist eg væl aftur á, tá eg var smágenta. Tað er so hugnaligt og gentirnar eru so spentar, smædnar og stoltar tá tær koma syngjandi inn eftir kirkjugólvinum. Eg kenni eina fitta Lív, sum fer at syngja við í dag.

Eg ynski tykkum øllum ein hugnaligan 1. sunnudag í advent, saman við tykkara kæru. Njóti hendan dagin.

p.s. Vinnarin av “Divederme Browextender” verður kunngjørdur seinni 🙂

M&K

Skriv et svar