3 góð ráð til IKKI at blíva skuffað á Valentines Day

Valentines day er her og damurnar vóna at makin alvorliga fer at taka seg saman í ár. Men altso, ert tú nakrantíð blivin positivt tikin á bóli á valentines day? Av tí at tað frammanundan er so nógv trýst á hasum degnum, so kann dagurin skjótt blíva skuffandi. Tað eru jú ikki øll mannfólk sum tíma alt hurlumhey’ið við valentines. Og ikki nokk við at teir ikki tíma, teir hava eisini eitt hav av umskyldningum. Fyrst er tað ein pengamaskina, fyri handlarnar at tjena uppá (true). So er tað yndis setningurin “Eg vil nógv heldur geva tær blómur og bjóða tær út at eta onkran annan dag”. (Tað er eisini fínt at teir vilja tað, men so skulu teir eisini gera tað). Nakrar vilja nemliga ikki ganga við til handan upp reklamerða dagin, og onkursvegna skilji eg tað eisini.

Dagurin hevur so at siga onki at siga. 14 február er júst líka sum allir hinir dagarnir. (uttan so tú hevur føðingardag). Og ja, er tað ikki í seinasta enda líka mikið um sjeikurin er uber romantiskur júst á valentines day? Júúú tað er tað! Men tað eru nakrar av okkum, sum ganga og dagdroyma um at í ár verður tað!! Haha.. um tú ert ein av teimum, hald so fram við at lesa.

So her koma trý ráð til IKKI at blíva skuffað á Valentines Day.

Hugnakvøld við vinkonunum. 

Fyri nøkrum árum síðani høvdu tríggjar vinkonur og eg lagt eina tílíka ætlan. Vit høvdu allar sjeik, men ongin av teimum var nakað serliga við uppá hetta valentines hóvastákið og onkur var burturstaddur. So í staðin fyri at ganga og vóna um at makin fór at bjóða einum út ella koma við blómum, so tóku vit sakina í egnar hendur og forkelaðu okkum sjálvar. Matstovan sum vit vitjaðu var proppað við pørum. Hetta var tað stuttligasta! So har sótu vit fýra og eygleiddu hesi forelskaðu og minni forelskaðu pørini. Nøkur sóu út til at verða á fyrstu date og hjá øðrum var tað týðiligt at hetta var meira ein pligt enn nakað annað. Alt í alt, tað minniligasta kvøldið eg havi haft á Valentines Day, so hetta vil eg klárt viðmæla.

Ver realistisk

Árið er næstan júst byrjað og tað eru nógvir dagar eftir. Ikki leggja alt trýstið á hendan eina dagin. Kanska hann ikki hevur tíð júst hendan dagin. Kanska tit eru í einari keðiligum tíðarskeiði og lagið ikki er til eitt romantiskt kvøld. Men mest av øllum, ver realistisk tá tú leggur tínar vónir um hendan dagin. Er makin hjá tær ikki tann romantiska typan hinar 364 dagarnar í árinum, so er nokk so órealistiskt at vanta at hann fer upp at flákra á valentinesday. Og sum mær dámar at hoyra, heldur hava ein maka sum er góður við meg og forkelar meg alt árið, enn bara á valentines day. Faktiskt haldi eg eisini at tað er meira sigandi um makin yvirraskar ein vanligan dag. Tá hevur hann sjálvur tikið stigið til at gleða teg við onkrum, og tað útstrálar nógv meira kærleika enn hitt.

Lat vera við at fara á facebook og instagram

Ohh dear, hetta er tað ringasta. Um tú sjálv ynskir, men nokk ikki fert at uppliva eina romantiska hending á valentines day, so er best at sløkkja fyri sosialu miðlunum. Vit vita jú framman undan, at facebook og instagram er ein glansmynd av veruleikanum. So har er alt trýfaldað so ljósareytt! Og ja, tað eru nógv sum leggja myndir út av hvat sjeikurin hevur gjørt ella givið á valentines day (og tað er super!) bara ikki fyri tær sum samanbera sítt forhold við tað tær síggja á netinum. So góða vælsignaða, lat vera við at hyggja eftir tí og/ella lat vera við at taka tað fyri fult. Facebook er ikki eftirfarandi og tað er langt frá so ljósareytt, sum tað ofta sær út.

Nú er bara eftir hjá mær at ynskja tær ein góðan Valentines Day! (may the odds forever be in your favor).

M&K

Skriv et svar