3 ting 2016 lærdi meg

Nøkur vilja nevna at 2016 hevur verið eitt ár har soo nógvar stórar stjørnur hava latið lív, og tí skal 2016 eitast at hava verið minni gott. Men hesum dugi eg slett ikki at fylgja. Lívið hjá teimum kendu skuldi ikki havt størri virði ella størri týdning fyri 2016 enn lívið hjá einum øðrum menniskja. Ja, Prince, George Micheal og aðrir persónar eru farnir í 2016, men tað eru sanniliga nógv onnur farin, sum óivað hava haft eins stóran og størri týdning fyri nógv onnur. Viðhvørt haldi eg at vit hava ov lætt við at halda, at bara tí at onkur hevur stór evnir innan eitthvørt, sum kann røkka út um landoddarnar, so hevur viðkomandi uppiborið størri viðurkenning enn onkur annar. Eg mátti bara líka fáa hasar tankarnar út – Øll hava, eftir mínari meining, líka stórt virði.

Nú til tað sum hesin bloggurin í veruleikanum snýr seg um. Eg kundi nevnt 100 ting sum árið hevur lært meg, men her havi eg valt at seta fokus á trý, sum eg haldi hava verið umráðandi fyri mína gleði í 2016.

Mær dámar væl at hyggja aftur á, tað sum er hent í farna árinum. Eg haldi tað verða umráðandi, at taka tað góða man lærdi, við inní tað nýggja árið.

 img_5649

>> Broyting er góð <<

Hvørt ár hevur sínar upp og niður túrar. Onkrir dagar eru góðir, onkrir minni góðir og so hava vit nakrar av hasum døgunum tá koddin er meira vátur enn turrur og hugurin at liggja undir dýnuni stórstan partin av degnum, er alt ov stórur. Nøkur av okkum hava eitt støðugt sinnalag og onnur eitt minni støðugt. Soleiðis eru vit skrúða saman. Eg sjálv komi nokk í tann bólkin, sum er tað vit plaga at kallað eitt sindur svingandi. Men 2016 hevur verið eitt av teimum heilt góðu árunum. Tað er stuttligt at síggja hvussu nógv ein sjálvur og tey rundan um ein mennast fyri hvørt ár. Tað hevði í hvussu er verið trist um vit stóðu í stað. Eg eri glað fyri broyting, hóast tað kann tykjast stravið til tíðir. Og er tað nakað sum fylgir við lesnaði, so er tað broyting. Tú ert undir støðugari broyting, tí so skjótt tú hevur lært okkurt, skalt tú víðari til tað næsta. 2016 hevur verið eitt sera læruríkt men eisini eitt mennandi og avbjóaðandi ár. Tað er altíð torført at byrja í nýggjum lesnaði, tí man hevur ofta ein vissan ótryggleika, viðvíkjandi um fakið nú er júst tað rætta fyri ein. Men nú kenni eg meg trygga við lesnaðinum. Eg veit hvussu tað fyrigongur og hvat tað krevur fyri at kunna halda fram. Viðhvørt havi eg slett ikki hug at lesa, og aðrar dagar kann eg fáa upptúrar yvir hvussu áhugavert fakið er. Triðja semestur er nú farið framvið og tað verður spennandi at vita hvat fjóra semestur fer at bjóða.

>> Mín kroppur er mítt heim <<

Eisini haldi eg meg hava fingið eitt sunnari forhold til mat og hvussu eg á ein tilvitaðan hátt kann fara væl við kroppinum, uttan at tað skal verða ov nógv fokus á tí. Kroppurin er jú okkara heim og tí haldi eg tað verða sera týdningarmikið at hava tað gott í sínum egna kroppi. Eg eti tað eg havi hug til, men veit eisini at eg verið noydd til at venja eitt sindur, um eg skal kunna kenna meg væl í mínum egna kroppi. At hava góða heilsa havi eg tendens til at taka fyri givið. Men ímynda tær, at ganga við pínu hvønn dag. Hetta er bara ein eyka stress faktor útyvir alt annað, ið vit øll hava at stríðast við. So tað eri eg takksom fyri, at eg enn ikki eri rakt av. Eg sigi “enn”, tí eg eri ofta bangin fyri at eg ella onkur rundan um meg kann blíva raktur av sjúku. Viðhvørt kennist tað sum eg bara bíði eftir tí, tí tað kann ikki passa at vit sleppa undan, tá so nógv rundan um verða rakt. Tað loysir seg ikki at hugsa for nógv um tað. Heldur royna at fáa sum mest burturúr ímeðan man kann.

>> Góð forhold <<

Eg kann ikki snakka um 2016 uttan at nevna mína betru helvt. Tá eg sigi tað, meini eg sjálvandi við mín fitta sjeik. Eg kundi goyst út um hvussu forelskað eg eri. Hvør dagur saman við honum, er tað eg altíð havi droymt um. Tað er yvirflóð av gleði í mínum hjarta og eg eri óendaliga takksom fyri bæði hann og famuljuna, sum eg nú eri ein partur av. Alt tað hann gevur mær, ger meg til tann persónin eg eri í dag. Eg havi ongantíð kent meg so fulla av orku áður, og fyri meg er hetta tað eitt forhold eigur at stimbra. Tað at man fær tað besta fram úr hvørjum øðrum. Ja tað er cheesy at siga so, men allar tit, sum hava tað uppá sama máta, vita júst hvat eg meini og júst hvussu fantastiskt tað er. Eg kenni meg veruliga sum hepnastu gentu á jørð. Familja og vinir er eisini nakað sum fyllur nógv hjá mær, ikki bara í 2016 men øll ár. At hava eina familju sum er har fyri ein í tíð og ótíð er so deiligt. Tað er onkuntíð torført at verða so langt burturi, men tey veruliga familju- og vinarbondini slítast ikki av frástøðu. Einki er sum eitt vinarband har man ikki hevur sæðst í fleiri mánaðir, men aftaná ein løtu er alt sum tað plagdi. Útyvir tey “gomlu” vinarbondini, havi eg lært at tað eisini stuttligt at skapa nýggj vinarbond. At læra nýggj fólk at kenna, er veruliga so gevandi. Øll hava hvør sína søgu og hava nakað heilt serstakt at geva. So hetta er eisini nakað eg seti stóran prís uppá at sleppa at uppliva.

Eg haldi, at sum heild, hevur 2016 verið besta árið higartil!

Hevur tú sett teg niður, at hugsa um árið sum fór? Hvørji vóru tíni hæddarpunkt og hvat tekur tú við tær víðari?

M&K

Skriv et svar