3 ting eg altíð gloymi, tá eg pakki kuffertið!

Nú var tíðspunktið aftur her, har kuffertið skuldi pakkast.

Vit eru sum sagt í París, og hvat? Eg helt eg hevði pakkað sooo væl. Hesuferð gjørdi eg mær faktiskt ómak. Eg pakkaði í “settum” í staðin fyri at tjumma tjúgu tilvildarligar blusir í og sjeyð niðurdeilar, trý pør av buksum osf. Niksen biksen! Eg valdi at finna utav hvat eg skuldi í hvønn dag, soleiðis at eg slapp undan at hava ov nógv við.

Náhh, men óansæð hvussu vit royna, so er tað altíð okkurt, sum liggur eftir. Og tað varð tað eisini hesuferð. Kanska vit minnast teir mest umráðandi lutirnar, men helle tað er irriterandi tá góði hárturkarin liggur eftir heima, ella kanska hinar minni penu, men tó góðu skógvarnir, til longu túrarnar. Ja..

Eg livi ofta í einari dreymaverð, tá eg pakki! Sum um eg skal til eitt ævintýr, og slett ikki røra meg. So eg taki kjólar, stillettir og tunnar jakkar við. Haha.. tað er ikki nógv praktiskt yvir tí. So ja, tað fyrsta eg havi gloymt er:

Hetta fann eg skjótt útav, tí tá eg fór upp í gjár og skuldi greiða mær hárið, hevði eg sjálvandi gloymt bustina eftir!! Oyjøø altsoo, tað var da undarligt. Hon liggur so fitt eftir á borðinum, og hóast vit vóru úti í allan gjár, so gloymdi eg at keypa mær eina bust, so man kann siga tað soleiðis, at eg eri ógreidd í morgun. Eg ætli mær í hvussu er at minnast at keypa mær eina í dag. Mín gamla trongdi kanska eisini til at skiftast út, so here we go! – Á veiðu eftir hárbust í París!

Tað næsta eg havi gloymt, er soo typiskt eg! Hvat er tað vit hava innanfyri, tá vit eru í skóm?? Tað brúkar man jú ikki í stilettum. Ella jú kanska, tað er faktiskt mega elskuligt! Náhh, sum tú nokk longu hevur gitt, so havi eg gloymt at pakka:

Sokkar! Typiskt!.. eg havi sjálvandi pakkað 12 pør av trussum, til 6 nætur, tí tað havi eg jú totalt brúk fyri! Men sokkum?? Niks, ongar sokkar. Flott! Og nú tá vit ganga býin upp og niður, so havi eg totalt brúk fyri sokkum. 

Til tað síðsta .. ja, hetta kann gott tykjast sum eitt smáting, meeeeen, tað er tó sera irriterandi! Eg haldi ongantíð eg havi minst til bæði enn. Eg vil ikki siga, at tað blívur heilt galið eftir eina viku, men jú, tað eina av hesum báðum er kanska eitt sindur verri. Eg gloymi aaaltíð:

Pinsett oooog rakiblað! For søran altso.. Hvussu kann tað verða soo ringt at minnast. Pinsettin er bara alt ov lítil, so hana síggi eg ikki ímillum alt hitt, tá eg pakki. Rakiblaðið er ofta goymt í brúsuni, so tað er kanska tí. Men óansæð, so er tað bara ikki nakað man tímur at brúka pengar uppá, tá man veiiit at man eigur tað heima! 

Hvussu gert tú tá ið tú pakkar? Gert tú ein lista, so tú ert vís í at minnast alt?

M&K

Skriv et svar