3/3 Make-up tutorial – Smokey eyes

So var síðsta make-up video’ið her!

Tað hevur verið stuttligt at gjørt hesi video’ini. Eisini hevur tað verið sera avbjóðandi og til tíðir ræðandi. Hóast eg havi “Make-up Artist” á CV’num, so er hetta nakað sum skal venjast og haldast við líka, fyri at man skal kunna standa inn fyri hasum heitinum. Men eg havi roynt at gjørt mítt besta. Og sum eg segði í byrjanini, so hevur málið verið at kunna skapa eitt vakurt veistlu look, uttan at skula eiga tey fínu produktini. Fyri meg er tað eisini umráðandi, at alt ikki altíð noyðist at verða perfekt. Vit kunnu saktans síggja vakrar út, sjálvt um báðir eyelinarnir ikki eru aaakkurát líka. Tey sum ganga og leggja hyggja eftir tí, mugu bestemt keða seg 😉

Eg haldi tað vera umráðandi, sum kvinna at gera okkurt við sína útsjónd. Um tað so bara er eitt kvøld um árið. Mín vón við hesum, var at geva íblástur til hetta. So um bara onkur av tykkum hevur fingið íblástur av hesum video’num og sæð at tað kanska ikki er soo møtumikið, sum tað sær út, so eg eri eg glað.

Hesuferð er tað eitt markant look við smokey eyes og bleytum varrum. Mær dámar væl smokey eyes lookið. Tað gevur eitt sterkt kvinnuligt look og er meira í tí ráa endanum. Hetta er eitt super lekkurt look til eina veistlu. Um tú hevur hug at koyra eina meira litríka varrastift á, ber tað saktans til. Sum sagt áður, so er alt loyv í dag.

collage-10

Fyri meg er hetta lookið eitt sindur krevjandi og tað krevur eisini at man hevur tolsemið við sær. Tað ræður nemliga um at koyra meira og meira á, so við og við sum tú blendar. Um man koyrir ov nógv á beinan veg, kann man skjótt enda við at síggja út, sum man hevur fingið ein framman á. So tað er lættari at byggja eygnaskuggan spakuliga upp.

Eg valdi at koyra eitt sindur av einum reyðbrúnum liti uppí, tí hetta eisini er eitt av stóru rákunum innan make-up í heyst. Hesin liturin kann skiftast út við ein brúnan lit um tú heldur tað verða ov nógv við tí reyða.

Eg gleði meg at pynta meg til jólaveistlurnar komandi vikurnar, og tað ivist eg ikki í at tú eisini gert! At snolla seg skal vera stuttligt og ikki stressandi. So leyp út í tað við einum opnum sinni, so tað tað nokk gangast tær væl.

M&K

Skriv et svar