Hjarta lagkøkan

Henda vakra køkan er í nýggjasta tilboðsblaðnum hjá Á. Flott ha? Hon er faktisk løtt at gera, og so prýður hon soo væl eitt føðingardagsborð.

Køkubotnar

4 egg

150 g sukur

150 g mjøl

1 tsk bakipulvur

Set ovnin á 200 stig.

Píska egg og sukur til ein luftigan eggjasnaps.

Blanda mjøl og bakipulvur saman og stroy tað í eggjasnapsin og vend tað spakuliga saman.

Koyr alt deiggið í ein smurdan form og skumpa deiggið út í kantarnar, so tað er minni av deiggi í miðjuni. Soleiðis sleppur tú undan at køkubotnurin er hægri í miðjuni, tá hann er bakaður.

Baka botnin niðast í ovninum, í áleið 30 minuttir.

Tak botnin úr ovninum og legg hann at kølna á einari rist.

Aftaná skerur tú botnin tvørturum, so tað nú eru tveir eins lagkøkubotnar.

Køkukrem

 4 egg

100 g sukur

2 tsk vaniljusukur

60 g maizena

5 dl mjólk

5 dl róma

Píska egg og sukur væl saman, so tað verður gult og skúmandi.

Koyr maizena í saman við og píska aftur.

Kóka mjólkina og vaniljusukurið, men rør í alla tíðina, soleiðis at mjólkin ikki brennur.

Koyr nú heitu mjólkina í saman við eggjablandinum ímeðan tú pískar.

Nú skal eggjablandið aftur í grýtuna, og koma uppá kók ímeðan tú rørir í við einum pískirísi.

Nú er kremið blivið tjykkri og verður sett á køl.

Píska róman fyri seg og vend honum saman við køkukreminum í smáum mongdum.

Koyr kremið í ein sproytiposa.

Pynt

Jarðber

Marengs toppar

Skúmgæti

Kinder bueno sjokuláta

Legg ein botn á fatið tú vilt borðreiða køkuna á.

Sproyta eitt tjúkt lag av køkukremi omaná.

Stroy við kinder bueno sjokulátu oman yvir.

Legg seinna botnin omanyvir og sproyta aftur eitt tjúkt lag av køkukremi omanyvir.

Nú er bert eftir at prýða við skornum jarðberjum, marengstoppum, skúmgæti og kinder bueno sjokulátuni.

So er klárt at borðreiða. Mums!

M&K

Skriv et svar