4. Sunnudagur í advent og tveir vinnarar eru funnir

So var aftur sunnudagur og tá er SukurSøtt í gávuhýri. Í dag verður síðsta lúkan á hesum sinni opnað. Tað er The Body Shop sum hevur stuðla við hesum lekkru vinningunum. Áhhh eg hevði sjálv vilja átt allar hesar vørurnar!! Har er soo nógv gott at forkela seg við.

img_7576

Nú nærkast jólini alvorliga og sum eg gleði meg. Allar jólagávurnar eru keyptar, so nú er bara hugni fyri rest (og fyrireiking til roynd). Men í dag skulu tvær hepnar damur forkelast.

Sum altíð havi eg trekt lut við einari heimasíðu, so tað er 100% tilvildarligt.

Vinnarnir eru:

Astrid Vestergaard – hevur vunnið AMAZONIAN ACAI – ENERGISING RADIANCE MASK og WHITE MUSK SMOKY ROSE MEDIUM GIFT

Súsanna Joensen – hevur vunnið VITAMIN C ENERGIZING FACE MIST  og WILD ARGAN OIL BODY BUTTER.

screen-shot-2016-12-18-at-15-50-17

Tillukku við vinningunum tit báðar. Tit kunnu seta tykkum í samband við SukurSøtt og fáa nærri boð.

Túsund takk til The Body Shop fyri stuðulin og takk til tykkum allar fyri tykkara luttøku. Tað hevur verið stuttligt at lisið ymsu viðmerkingarnar hjá tykkum.

Hetta var seinasta kapping í hesum føri og tað hevur verið stuttligt at veri við til at forkela nakrar hepnar kvinnur.

Eg ynski tykkum ein góðan dag.

M&K

Skriv et svar