5 ting ið yvirraskaðu í Thailandi

*** HVUSSU BLÍÐ FÓLKINI ERU ***

Eg veit ikki heilt hvat eg vantaði, áðrenn eg fór. Men eg var í hvussu er ikki klár uppá at møta einum so fittum fólkaslagi. Alt frá starvsfólkunum á flogvøllinum, til starvsfólk á matstovum og enntá fólki á gøtuni. Vit blivu møttar við einum smíli. Men starvsfólkini á hotellinum, vinna fyrsta plássi. Ikki tí vit búðu á einum soo fínum hotelli, men man kendi seg veruliga so forkelaðan. Vit skuldu gera so lítið sum gjørligt. Ikki opna nakra hurð, ikki flyta stólin, ikki lyfta viðførið osf. Og tey vóru so nógv til arbeiðis samstundis, at tey høvdu so nógv yvirskot og sóu út til at hugna sær. Hetta var so deiligt at síggja. Eg kendi meg ongantíð ótrygga, og vit upplivdu onki keðiligt.

*** HVUSSU LEKKURT HOTELLIÐ VAR ***

Hotellið var soo lekkurt! Beint tá vit komu inn, tók ein smílandi tanari ímóti okkum, við vælkomudrykki. (hetta minti meg um, SATC filmin, tá tær fýra koma til Abu Dhabi og verða reyvforkelaðar á hotellinum). Vit tríggjar høvdu eitt trýmans kamar, við einari kempi dupultsong og einari einkultari song. Har var eisini eitt deiligt wc og ein lítil terassa. Uttan fyri var svimjihylur og sólstólar. Hetta var bara so vakurt at vakna upp til hvønn morgun. Morgunmatar buffet’in var tann stórsta eg nakrantíð havi sæð. Høvdu tit bara vita, alt sum var at velja ímillum. Men so býtt sum eg eri, endaði eg ofta við at eta tað sama. Ein soo ótrúliga fitt genta stóð og gjørdi omelet hvønn morgun. Hon sá so glað og hjartagóð út, og so gjørdi hon tí leeekkrastu omelettina. Annars hevði hotellið allar hentleikar, sum spa, fitnessrúm, matstovu, barr osf. Um onkur ætlar sær til Thailand, vil eg heilt sikkurt viðmæla hotellið. Tað eitur Andaman Cannacia Resort & Spa – Kata Beach.

*** HVUSSU PRIMITIVT TEY BÚGVA ***

Longu tá vit koyrdu frá flogvøllinum, beit eg merki í hvussu øðrvísi húsini sóu út. Í mun til hvat vit eru von við, sá tað ikki pent út. Ein ferðaleigari á einum túri, fortaldi eitt sindur um hetta. Hann segði at tey ikki hava brúk fyri stórum húsum. Av tí at veðrið er so gott, so eru tey úti meðin partin av degnum. So vístu hann okkum nøkur hús. Tað veit denn, onkur av teimum vóru bara 2×2 metrar. Tað er ófatuligt hjá okkum at skilja, at man kann búgva soleiðis. Har var ikki ein gong ein madrassa at sova á, og man át og svav og alt annað í sama rúmi. Køkurin var náttúran, tí matin gjørdi man uttan fyri. Hann fortaldi tó eisini, at tí tað er so bíligt at eta á matstovum, so tað loysir seg betur, heldur enn at gera tað sjálvur. Man kann keypa ein máltíð á matstovu fyri 20kr og tað smakkar sooo væl! So í staðin fyri at hava flott hús, so valdi man heldur at hava flottan bil, segði hann, tí tað kundi man lættari vísa fram.

  

*** HVUSSU NÓGV MAN FÆR FYRI PENGARNAR ***

Nú koma vit til matin. Vit ótu úti á nógvum ymiskum matstovum. Mær dámar so væl thailendskan mat og tað kostaði simpulten onki! Tað eina kvøldið keypti eg ein ”red curry”, rís og ein drink. Eg fekk alt hetta fyri 70kr. Í Føroyum hevði eg skula givið umleið130kr bara fyri matin + 80 kr fyri drinkin. So hetta kendist sum tað reina luksus, og tað er altíð stuttligt. Tú kanst simpulten liva sum ein greivi har, uttan at brúka tað heilt villa. Fyrsta dagin vit komu, hildu vit at vit høvdu brúk fyri, massagu aftaná 17 tímar á ferð. Vit fingu thai massagu í ein tíma fyri 80kr og skal lova tykkum, at tær ikki spardu uppá kreftirnar. Harra jesus, annars toli eg nógv av, men tær bæði gingu uppiá okkum og strektu okkum í allar ættir, men altso tað var lekkurt. Síðani fingu vit bæði manicure og pedicure fyri bara 140kr tilsamans. Tær gjørdu sær so stóran ómak og vóru nakað so blíðar. Tað veit den, eg blívi heit um hjarta, bara við tankan um Thailandska fólkaslagið. Ikki undarligt at tað verður kallað ”The country of smiles”.

*** HVUSSU RÆÐULIGA GJARNA EG VIL SLEPPA AFTUR!!! ***

Tað veit den! Hetta hevur verið tann mest fantastiska ferðin. Simpulten sum eitt ævintýr, úr einum enda í annan. Vit hava upplivað soo nógv, sum er soo langt frá mínum gerandisdegi. So eg satsi 100% at koma aftur einaferð. Íjøssus, ongantíð for skjótt. Sjálvt langi flogtúrurin er fínur (eg siti í flogfarinum beint nú, og skrivi hetta). Vit hava hvør sítt sjónvarp, fult av nýggjum filmum, og her er nokk av plássi. Thailand er eitt fantastiskt land. Eg veit eg blívi við at snakka um hvussu fitt tey eru, men helle tað hevur stóran týdning. Tað ger Thailand túsund ferðir vakrari. Teirra gleði smittaði okkum, og tey hava stórt rós uppiborið.

So um tú umhugsar at fara onkra staðni at ferðast, so er hetta eitt upplagt val. Vit góvu ikki ein gong serliga nógv. Vit bíløgdu umvegis tui.dk og tað lág um 6.500 fyri flogferðaseðil og uppihaldið við morgunmati í 8 dagar. So tað kann lata seg gera (eisini tá man er lesandi). Spyrji endiliga um tit ynskja at vita meira.

M&K

 

Skriv et svar