-50% á Boohoo.com

image

Áhh, eg havi akkurat verið so røsk seinastu tíðina, til ikki at keypa á netinum. Men viðhvørt loysir tað seg, tí tað er ikki altíð at eg finni júst tað eg leiti eftir í handlunum. Plus, so er tað eisini lekkurt at hava okkurt, sum øll ikki ganga í. Eg havi millum annað verið obsessed við “off-shoulders” pløggum, men fyri meg hava tey ikki verið at funnið. OG hvat? Nú! Tá summarið er liðugt, finni eg tað sjálvandi.. T Y P I S K T! Gott er.. betur seint enn ongantíð. Nú má eg bara royna at gera tað til eitt plagg, ið eisini riggar til eitt sindur kaldari veður.. Tað man fara at loysa seg!

image

Nakað sum eg eisini fann útav, er at heimasíðan www.boohoo.com hevur 50% av øllum vørum. Nýt “SAVE 50%” í “Discount Code” tá tú kjekkar út. Hetta er tó bert galdandi í dag, so skunda tær. OG tey senda til Føroyar! Sodan. Tað er nemliga her eg fann “off-shoulder” pløggini, so kanska tú eisini finnur okkurt sum tú hevur leitað eftir. So er bara at minnast til at keypa fyri undir 300kr hvørja ferð, so tú ikki skalt gjalda toll.

Eg havi bílagt frá teimum fyrr og tað hevur gingið fínt! Í dag fann eg mær so tvey pløgg, sum eg haldi skulu sleppa at búgva heima hjá mær 💕 tað eru tey heilt sikkurt yvirlukkulig yvir! Hesir kjólarnir kunnu brúkast bæði til fínt og avslappað, við sokkabuksum ella berum beinum. Wiiiiiie!

image

(Omg eg eri so forvitin eftir at vita hvat tað er sum hendur í kroppinum tá vit shoppa! Eg kann ikki vera tann einasta sum fær eitt “kick” burturúr tí well??!)

keyp nú ikki ov nógv!

M&K

Skriv et svar