76 and still going strong! Tillukku vinkonan

Í dag er aftur føðingardagur á skránni. Tað er ikki ein og hvør, men góða vinkona mín Drotning Margrethe. Eg minnist tað sum tað var í gjár, tá tað bankaði á hurðina heima við Norðskála, eitt summarkvøld 1995. Tað var ein kona sum arbeiddi í barnagarðinum, sum var komin at spyrja um eg hevði hug at geva drotningini blómur, tá hon kom at vitja. Eg?? Eg var ikki ordiliga fan av hesum í byrjanini, men on

kursvegna bleiv eg yvirtalað. Mamma og babba hava sikkurt hildið at hetta var eitt frálíkt hugskot.

Drottning-Margrethe-Ibl1

Eg bleiv snollað og latin í føroysk klæðir, sum eg slapp at lána frá einum systkinabarni, til hetta serliga høvi. Nú minnist eg aftur á hesa løtu, sum nakað stuttligt, og nakað eg var sera stolt av at kunna fortelja um aftaná

Tá var tað ikki sum nú við myndatøkum. Har var ongin iphone at fanga hesa serligu løtu, so eg havi onga mynd av tí. Bara myndina eg havi í mínum minni.

Eftirsum at hennara hátign hevur føðingardag í dag, havi eg samlað nøkur funfacts um hana.

  • Hennara yndis barnabók er Peter Plys
  • Hon brúkar hvørki e-mail ella fartelefon
  • Hon dansar ikki um jólatræðið
  • Henni dámar ikki at hyggja eftir gysarum
  • Hon møtti Elvis í 1960 og var ikki bergtikin
  • Tann vælkenda “Margrethe skálin” er uppkallað eftir henni
  • Hon er fan av Ringana Harri filmunum
  • Hon er 1,82 cm høg
  • Hennara fyrsta date var við Prins Henrik
  • Hon roykir og hevur onga ætlan um at halda uppat

Hjartaliga tillukku við 76 ára degnum, góða drotning Margrethe!

“Gud bevare Færøerne”

M&K

Skriv et svar