A M S T E R D A M

Amsterdam var amazing! Nú helt eg at eg skuldi koma við einari update, eftirsum tit hoyrdu eitt sindur um busstúrin til Amsterdam.

Vit vóru í Amsterdam umleið kl.22. Og hvat? vit vóru nóg illa komin úr bussinum, tá man merkti luktin av hash! Haha..So vistu vit í hvussu er, at vit vóru komin í rætta stað!

Vit búðu á einum deiligum hostelli sum eitur “Generator Hostel”. Hetta er ein keta, sum hevur hostel ymsa staðni í Europa. Eg má siga sum er, at tá vit fóru, so royndi eg at fyrireika meg til at koma til eitt hostel, sum kanska var eitt sindur nussugt. Men til alla lukku, so bleiv eg jaliga yvirraskað, YES! Eitt nýtt hostel fyri bíligan penga. Reint, við øllum hentleikum og tætt við sentrum. So hetta kann eg heilt sikkurt viðmæla.

amsterdam collageVit høvdu ikki lagt tær stóru ætlanirnar, áðrenn vit komu framm. Men vit høvdu eina bók um Amsterdam við, soleiðis at vit fingu stýr á, hvat vit vildu uppliva. Tá man fer á eina stórbýar ferð, er ofta nógv at náa, uppá stutta tíð. Hetta endaði við at vit høvdu tríggjar dagar, við full speed!!

Tað blivu 23.000 fet gingin hvønn dag, og eg skal heilsa og siga, at næstu fer velji eg vælveru ístaðin fyri vakurleika, til mínar føtur. AVV! Og Amsterdam hevur soo nógvar skóhandlar, so eg keypti mær sjálvandi eitt nýtt par, og hetta gjørdi ikki støðuna betur! Úrslitið bleiv at eg kom heim, við sári og bløðrum á báðum føtrum.

 

Shopping møguleikarnir vóru góðir, og har var okkurt til ein og hvønn smak. Vit vóru bæði á gongugøtuni og á ymsum marknaðum. Har var ein serligur blómu marknaður. Nú høvdu vit ikki møguleika at keypa so nógv tílíkt heim við, men tað var stuttligt og sera vakurt at síggja.

Húsini í sentrum, í Amsterdam standa í rekkjum. Onkur av húsinum síggja út, sum tey syngja sítt seinasta vers. Tey eru pent sagt, skít skeiv! Men tað er forbiði sjarmerandi. Øll í ymsum litum og vit øðrvísi vindeygum. Tað var undirhaldandi í sær sjálvum.

Vit fóru á eina Lovers Canal Cruise. Hetta hevði við sær, at vit fingu pizza, vín, chips og dessert ímeðan vit silgdu gjøgnum kanalirnar. Tað var deiligt at síggja býin, frá einum øðrum sjónarhorni. Og stuttligt at eygleiða romantisku pørini, rundan um okkum.

Býarlívið í Amsterdam vildu vit eisini uppliva. Vit komu inn í eina lekkra barr, og barrtendarin førdi okkum yvir til eina hvíta hjørnasofu. Har var hugnaligur stemningur, og vit fingu hvør sín vælsmakkandi cocktail. Eftir eina lítla løtu, hyggi eg líka niður á gólvið, og hvat? EIN MÚS RENNUR Á GÓLVINUM! Eg blívi sjálvandi fullkomiliga sansaleys! Barrtendarin kemur yvir, tá vit sita har og ýla, við beinunum uppiá hvítu sofuni. “Is everything okay ladies?” vit: “There’s a mouse under the sofa!!!!!”. Barrtendarin “Ohh, was it only that? They’re everywhere around here. They’re even in my apartment”. Altsoo hvat sker?! Eg kláraði ikki ein gongd, at blíva liðug við mín cocktail, so skjótt eg vildi út har frá. Har fóru vit ikki inn aftur, men vit høvdu betur eydnu hini bæði kvøldini, og møttu tíbetur, ikki øðrum fýrbeintum á ferðini.

Tá vit vóru svangar, nýttu vit Tripadvisor til at finna góðar matstovur. Og tað eydnaðist sera væl. Hetta er ein app, har tú kanst søkja eftir ymsum katagorium av mati og síggja viðmælir og annað sum matstovan hevur fingið, frá øðrum gestum. Sera hent og lætt at brúka á ferðum. Nakað sum eg beit merki í, við matstovum ið vit vitjaðu var, at tey gjørdu nógv burturúr, við tí visuella. Tað hevði ikki so nógv uppá seg, men sá fantastiska lekkurt út, og smakkurin var alt annað enn skuffandi.

Sum heild vil eg siga at Amsterdam er ein deiligur býur, fitt fólk og nógv at fara til. Hetta er eitt perfekt stað til eitt langt vikuskifti við vinkonunum ella sjeikinum. Busstúrurin var langur, men um man hevur eitt stramt budget, so er hetta ein fín loysn.

Hetta var so eitt brot, av tí sum mín páskaferia 2016 innibar.

M&K

Skriv et svar