Aarhus tá tað er allar vakrast

IMG_0762

Eg njóti at fara ein gongutúr hesa árstíðina í Danmark. Vetrarjakkin kann liggja eftir heima og tað tykist sum at hugskotini og íblásturin veksur, eins og blómurnar og trøðini byrja at spretta.

Alt fær eitt nýtt lív og hetta gevur mær eina kenslu av nýggjari byrjan. Allir litirnir, blómuangin og fuglarnir sum syngja lýsa gleði og vón. Ein gongurtúrur í vøkrum umhvørvi, hevur meira virði enn man ofta heldur. Føroyska náttúran er vakrari enn tær flestu og hóast eg njóti donsku náttúruna og tað hon hevur at bjóða, so gleði eg meg at koma heim til mínar Føroyar.

So um tú kennir teg stressaða ella tunga, so er ein gongutúrur sum oftast ein góð loysn. Allar best er at lata telefonina liggja eftir heima (ups, so hevði eg ikki havt fingið hesar vøkru myndirnar). Eisini er lekkurt at hava góðan, jaligan tónleik við. Hetta er ein góður máti, at sleppa av við tankar og geva sær sjálvum eina fríløtu.

Vónandi hava tit havt eina góða hvítusunnu.

M&K

IMG_0766 IMG_0757

Skriv et svar