Adventskalendari – Avdúking av 1.lúku

Eru tit spentar?

So er fyrsta lúkan klár at avdúkast!

Tað er nemliga ein Shellac neglaviðgerð + negla olju, til tín og eina vinkonu, virði á yvir 1000kr. Tað er fitta Maria Súsanna (eisini kalla Marsanna), sum rekur vakurleika salongina Beauty Care v/Mariu Súsannu, sum letur hendan vinningin. WOW lekkurt, tí hvør dámar ikki at verða forkelaður? Mær dámar í hvussu er. 

Áðrenn Maria Súsanna lat sína egnu salong upp á Eiði, arbeiddi hon í Stjørnuskotinum í Havn, so hon hevur góðar royndir.

Vakurleika salongin hjá Mariu Súsonnu bjóðar mangt og hvat, og er hon sera nágreinilig tá hon arbeiðir. Eisini er hon fitt og vinalig, og tað ger tað altíð eitt sindur hugnaligari, tá man ofta endar við at sita har í nakrar tímar. Ja, tað var nemliga Maria Súsanna, ið gjørdu mínar vøkru, vøøøkru negl til brúdleypið. Tað veit den, tær hildu so væl, eg havi ikki vita sovrigt. Av tí at brúdleypið var í Skálavík, gjørdu vit neglirnar longu mikudag. Men hósd-leygard gekk eg og manereraðist við límpistól og alt møguligt fjas, ið setti seg fast á neglirnar. Men eg fekk alt av og tær hildu sær í meira enn tríggjar vikur. Sum eg segði við Mariu, “Eg havi ongantíð kent meg so ljóta, sum tá neglirnar blivu tiknar av” haha… men eg meini tað, tær vóru so vakrar, og mínar lítlu hendur havi ongantíð sæð flottari út, enn tá.

Útyvir neglaviðgerðir, bjóðar Beauty Care, andlitsviđgerđir, fóta og hondrøkt, voks, massagu, makeup, brýr og vippur og ymiska sølu av vakurleika vørum v.m. So her eru allir møguleikar, til at verða forkelaður frá topp til tá. Tað er eisini upplagt at finna jólagávuna hjá Mariu Súsonnu, tí BeautyCare selur nemliga eisini gávukort! Kanska ein vinkona, mamma ella omma hevði verið glað fyri eina vakurleika viðgerð. Tað er jú torført at keypa lutir, til kvinnur sum eiga alt. Men forkelilsi fær ein ongantíð nóg mikið av.

Maria Súsanna heldur til í deiligum hølum norði á Eiði. Jajaaa, har hevur man eisini vakurleika salongir. Salongin er lutfallsliga nýggj, men Maria Súsanna hevur úr at gera. Helst nú upp undir jól. Tú kanst fylgja við henni á facebook síðuni HER har hon javnan lýsur við ymiskum góðum tilboðum. Eisini hevur hon eina profil á Instagram, har hon dagliga leggur myndir út, av vøkrum neglum og øðrum, ið hon hevur avrikað. Tú kanst fylgja henni HER.

Kappingin byrjar í morgin, og kemur at ganga fyri seg á facebook, so tað er at hava eyguni opin, so kanska tað verða tú og tín vinkona, sum verða hepnu vinnararnir.

Og um tú hevur tørv á onkrari vakurleika viðgerð, so kanst tú altíð seta teg í samband við BeautyCare og biðja tær um eina tíð. Tað kann gerast umvegis hennara facebook síðu ella við at ringja á 254035.

 

Eru tær ikki vakrar?? Hevði ynskt at eg enn var so fín!

M&K

Skriv et svar