Adventskalendari – KAFE KASPAR letur tveir vinningar!

Áhh helli eg bleiv glað tá Kafe Kaspar játtaði at stuðla adventskalendarinum hjá SukurSøtt. Hendan kafe’in mitt í hjartanum av havnini er heilt sikkurt ein av mínum yndis.

collage-15

Kafe Kaspar letur tvey gávukort til tveir hepnar vinnarar.Hesi gávukortini eru áljóðandi:

Gávukort 1

Gløgg og holukøkur til 4 fólk í Kafe Kaspar.

Gávukort 2

Heitt kakao og heimagjørd køka til 4 fólk í Kafe Kaspar.

Tveir fantastiskir vinningar, sum eru perfektir mitt í jólaresinum. Eg trúgvi allar kenna til, at hava brúk fyri einum steðgi tá man hevur hugt í 20 handlar í ræð. Tá koma hesi gávukortini væl við.

Kafe Kaspar hevur alt tilfarið til eina hugnaliga løtu. Har er heitt og fjált at koma inn og so eru starvsfólkini barasta so blíð og avslappaði. Tú hevur óivað gingið framvið onkuntíð og hugt inn ígjøgnum vindeygað, og sæð hvussu hugnaligt har sær út. Eisini uttanífrá og eitt av tingunum mær nemliga dámar so væl, er at man sær fólkini tralla aftur og fram og tað er ikki á nógvum kafe’um í Føroym at tú gert tað. Kenslan av at verða mitt í býnum, men samstundis verða heima hjá gummuni, sum ger tær okkurt lekkurt til matna. Tí inni í Kafe Kaspar kanst tú nemliga spæla borðspøl ímeðan tú bíðar, ella ímillum kaffikopparnar. Eisini hava tey haft eina kurv við tógvi og stokkum, til tey ið dáma at gera okkurt handaligt saman við einum góðum práti. Tí haldi eg at Kafe Kaspar hevur okkurt øðrvísi at bjóða og hetta ger at tú kennir teg sum heima.

Nú havi eg bara blabba um hvussu hugnalig hølini, starvsfólkini og huglagið er, men tað er torført at dríva eina kafe uttan eina góða matskrá og har skuffar Kafe Kaspar heldur ikki. Nú komi eg til tann góða partin. Eg lúgvi ikki og hetta er heldur ikki at gera ov nógv av, tí eg eri sannførd um at Kaspar hevur heimsins bestu beyglur (bagles). Eg fekk mína fyrstu beyglu har fyri nøkrum árum síðani og har eru nógvar farnar niðurum síðani tá. Men eisini havi eg dúgliga roynt beyglur í øðrum londum, men ongin kemur uppá knøðini á teimum hjá Kafe Kaspar. So um tú ikki hevur roynt tær enn, so ger tær sjálvum eina tænastu (og hála onkran við tær) og royn tær.

Útyvir beyglurnar, so hevur Kafe Kaspar eina rúgvu av lekkrum drykkum og køkum at bjóða. Nú til jólar bjóða tey sjálvandi eisini gløgg og holukøkur. So kunnu gestirnir ordiliga koma í jólahýr. Kafe Kaspar hevur eina facebook síðu her, har tú kanst fylgja við tilboðum og øðrum sum er á skránni hjá teimum.

vinna

Tað sum tú skalt gera fyri at luttaka í kappingini er:

1. Dáma facebooksíðurnar hjá Kafe Kaspar og Sukursøtt

2. Dáma uppslagið sum verður deilt á síðuni hjá Sukursøtt kl.15

3. Viðmerkja tríggjar persónar, sum tú vilt bjóða við um tú vinnur.

Vinnararnir verða funnir sunnudagin 4. desembur.

Góða eydnu, M&K!

Skriv et svar