Adventskalendari – Smykkur frá Ragnhild Dam Jewellery

So var aftur tíð til eina kapping, so tit kunnu verða forkelaðar. Ein og hvør kvinna dámar smykkur og tí helt eg at tit skuldu hava møguleika at vinna eitt heilt serstakt sett av smykkum, sum er hondgjørt av einum føroyskum sniðgeva.

collage-16

Ragnhild Dam hevur sniðgivið smykkur í nøkur ár eftir hondini. Í vikuskiftinum vísti hon millum annað smykkurnar fram í Smiðjuni í Lítlu vík. Hennara smykkur eru ráar og sermerktar. Ragnhild hevur sítt egna verkstað har hon situr og djúpar seg og er kreativ. Hon sniðgevur alt frá  oyraringum til hálsketum og brúkar ymisk tilfar. Av tí at allar smykkurnar verða skapaðar við hond, eru ongar av hennara vørum 100% eins.

Eg havi sett Ragnhild nakrar spurningar, soleiðis at vit kunna læra hana betur at kenna og hoyra meira um hennara hugsan um smykkusniðgeving.

Fakta um sniðgevan handan Ragnhild Dam Jewellery:

Navn: Ragnhild Dam

Bústaður: Signabøur

Yrki: Smykkusniðgevi og lesandi á Fróskaparsetur Føroya

1. Sært tú smykkusniðgeving sum eitt hondverk ella sum list? 

Smúkkusniðgeving kann vera sera nógv ymiskt, alt eftir hvat endamálið er. Í mínum føri er alt unika, tvs. at einki er heilt eins tí alt er gjørt við hond. Men eg meti at tað er eitt millumting ímillum bæði.

2. Hvussu tekur tú avgerð um hvat tú fert at skapa?

Eg kann liggja mangar nætur svøvnleys um eg havi fingið eitt hugskot og vil menna tað. Tað er eingin loyna at vit Føroyingar eru tætt knýtt náttúruni, og tískil kemur íblástur eisini harfrá. Men sum eisini stendur á mínum búmerki, so hugsi eg eisini ofta um kvinnuna ið fer at bera smúkki og og allar tær hendingar ið eru í gerandisdegnum hvønn dag. ”inspired by daily happenings and the beauty in women.

3. Hvussu velur tú hvat tilfar tú brúkar og hevur tú eitthvørt yndistilfar útyvir silvurið? 

Tíbetur dáamar mær sera væl at eksperimenterað. Eg eri ein sum tey í útheiminum vildu kallað ”contemporary” jewellery maker. Av tí at eg ofta geri silvur saman við onkrum øðrum tilfari, eitt nú plexiglas, emalju, og júst í løtuni, við harpiks. Eg haldi at tað er so fantastiskt at kunna menna seg og royna seg fram.

4. Fortelja tínar smykkur eina søgu?

Eg hugsi altíð ómetaliga nógv tá ið eg sniðgevi og skapi eitt smykki. Eg føli tað ofta sum at tekna, tá ið úrslitið er liðugt, kann ein líkasum gita seg fram og tosa um útrykkið, nøkur siga at míni smykki eru poetiskt.

5. Hvussu veist tú nær smykkan er liðug og er tað ein torfør mannagongd?

Ein verður betur og betur til hondverkið so hvørt og veit nær tað er liðugt og er slitsterkt. Ja, so at avgerða nær smúkkan er liðug, tað kann ofta taka nakað av tíð, tí eg vil fegin hava at tað avspeglar tað ið eg ætlaði. 

6. Hvar kann kundin keypa tínar smykkur?

Privat frá mær,  í Østrom í Tórshavn, men eftirspurningurin veksur, so eg fari nokk aðrastaðni eisini.

Tú kanst fylgja Ragnhild Dam Jewellery bæði á instagram her og hennara facebook profili her.

15288459_10154538352520266_25269445669886631_o

Tit hava nemliga møguleika at vinna hetta vakra settið av oyraringum. Hesir eru frá spildurnýggju røðini hjá Ragnhild Dam jewellery.

Oyraringarnir hava eitt virði á 550 kr og eru at fáa til keyps í Østrom í Tórshavn.

Fyri at verða við í kappingini um oyraringarnar skalt tú:

1.Dáma facebook síðuna hjá Ragnhild Dam Jewellery og SukurSøtt.

2. Dáma og deila uppslagið sum verður lagt út á facebook síðuna hjá SukurSøtt seinni í dag.

Góða eydnu til tykkum allar, vit gleða okkum at forkela eina hepna damu.

M&K

Skriv et svar