ADVENTSKALENDARI v/SukurSøtt

Yes yes yes!

Aftur í ár havi eg funnið lekkrar gávur, sum fara at goyma seg handan fýra lúkurnar á adventskalendarinum! Eru tit spentar? Hvør elskar ikki gávur?

Tá eg var lítil og yngri (okey og enn) so ynskti eg mær altíð pakkakalendarar á jólum. Ja, tann har man fær eina gávu hvønn dag! Tað var onkur av mínum vinkonum, sum fekk tað, og um eg var øvundsjúk! Náhh, eg haldi at mamma og babba hildu hetta verða í so møtumikið at fara í gongd við. Tey funnu tí ein annan møguleika, nemliga at vit børnini fingu adventsgávur. Íjøssus hetta var lekkurt, og tí man so fekk fýra gávur ístaðin fyri 24 gávur, so bleiv gávan sunnudag, kanska eitt sindur størri.

Eg var sera tónleika áhugað, og plátufeløgini vóru ikki býtt, tá bæði Westlife, Backstreet Boys, Spice Girls og aðrir bólkar, allir góðu nýggjar fløgur út í desembur mánaða. So sum oftast var tað ein flatur fýrakantaður pakki, ið lá og bíðaði eftir mær sunnumorgnar í desembur. Áhh sum eg var glað!

Nú eri eg bara blivin stór, og opinbart ov gomul til at fáa pakkar. Eg royndi í fjør at spyrja mannin um vit ikki kundu keypa til hvønn annan, men tað veit den, eg fekk stress av at síggja hvussu hann stressaði um at keypa hesar vælsignaðu gávurnar. So gott er! Men siga tey ikki, at man ofta ger tað fyri onnur, sum man hevði ynskt bleiv gjørt fyri ein sjálvan? Eg haldi tað, og tí vil eg í hvussu er geva tykkum møguleikan, at vinna hesar lekkru vinningarnar, sum SukurSøtt hevur fingið stuðlað.

Kappingarnar koma at ganga soleiðis fyri seg:

Hvønn mánadag verður vinningurin fyri vikuna avdúkaður á Sukursott.com 

Hvønn týsdag byrjar kappingin, sum fer at ganga fyri seg á facebook síðuni hjá SukurSøtt

Kappingin hvørja viku er frá týsdag-leygardag kl.23.59

Hvønn sunnudag verður vinnari/arar funnir.

Fyrsti vinningur av Adventskalendarinum verður tískil avdúkaður mánadagin á SukurSøtt! Eg klári næstan ikki at bíða við at fortelja tykkum tað. Eg havi ordiliga roynt at funnið okkurt, sum eg trúgvi fevnir breitt. Har eru blandaðir vinningar, og eg hevði ynskt at teir allir vóru mínir. Men nei nei!

So minnist til at fylgja við komandi dagarnar og inni í desembur mánaða. Kanska tú verður tann hepna!

M&K

Skriv et svar