Adventskalendarin hjá SukurSøtt – The Body Shop gevur gávur

Vit eru longu komin til síðstu kapping á hesum sinnið. Sum eg segði hin dagin, so enda vit við einum braki. Tað er ongin annar er lekkri handilin The Body Shop sum letur vinningar hesuferð.

img_7576

The Body Shop er heilt sikkurt ein av mínum yndis handlum í SMS. Tey hava so nógv lekkurt, bæði til kvinnur og til menn. Ikki bara smynku, men eisini lekkur kremir, perfumur, andlitsreins osf. Útyvir bara at selja vørurnar, kann man eisini bíleggja sær tíð til at fáa lagt make-up áðrenn man skal í veistlu ella okkurt annað. Tær duga sooo ótrúliga væl og mær dámar so væl at fylgja teimum á facebook, har tær javnan leggja áðrenn/aftaná myndir út av kundum sum hava fingið lagt make-up.

Nakað annað sum eisini er væl umtókt hjá The Body Shop er bólkavitjanir. Hetta inniber at nakrar kvinnur koma inn í felag, fx ein bindiklubbur ella nakrar vinkonur. Hetta kvøldið fáa tær undirvísing í hvussu tær kunnu leggja make-up, sum passar til júst tær.

The Body Shop letur ikki minni enn fýra vinningar! Fantastiskt! Altso altso hetta eru lekkrir vinningar, sum tit kunnu ogna tykkum! Omanfyri kunnu tit lesa meira um einstøku vørurnar.

1.AMAZONIAN ACAI – ENERGISING RADIANCE MASK 

amazonian-acai-energizing-radiance-mask_l

Okkara 100% veganska Amazonian Acai Energizing Radiance Mask er ein gel maska, ið skrubbar og uppfrískar troytta húð.

Maskan hevur nógvar antioxidantar og vitaminir í sær. Hon hjálpir sera væl, um húðin sær troytt og stressað út, og hon boostar immunverjuna. Tá tú hevur nýtt maskuna, fer húðin fer at síggja meiri sunn út, og húðin fer at kennast rein og frísk.

Allar maskurnar eru knústar, pressaðar og blandaðar saman við dýrabarum tilfari úr ymsum støðum kring heimin.’

2. WILD ARGAN OIL BODY BUTTER 

wild-argan-oil-body-butter-600x650

Vælangandi milt krem sum inniheldur Argan Olju, til vanliga og turra húð. Gevur vætu í upp til 24 tímar. Húðin sýgur tað lætt í seg og kennist bleyg og mjúk aftaná.

Hvussu brúki eg tað? Smyr á allan kroppin – serliga á støð, ið eru eitt sindur turr.

165.00DKK

3.VITAMIN C ENERGIZING FACE MIST 

83290m_z-600x650

Eitt uppfrískandi vætugevandi spray til andlitið.

Er vælegnað til at nýta á andlitið aftaná tú hevur smurt tær, soleiðis at smyrslið heldur betri. Eisini ber til at sproyta á pensilin, áðrenn ein smyr eygnaskuggar á, fyri at fáa litin meira bjartan og halda betur.

149.00DKK

4. WHITE MUSK SMOKY ROSE MEDIUM GIFT

white-musk-smoky-rose-medium_l

WHITE MUSK SMOKY ROSE

White Musk Smoky Rose gávueskja. Ein lekkur luksus luktilsis røð.

Innihald:

* Eau De Toilette 10 ml

* Eau De Toilette 60ml

* Shower Gel 60 ml

* Body Lotion 60 ml

445.00DKK

Wuhuuuu!! Fyri at verða við í kappingini skalt tú:

1.Dáma facebook síðuna hjá The Body Shop og SukurSøtt

2.Dáma og deila uppslagið sum er SukurSøtt hevur lagt út á vangan

Tveir hepnir vinnarar verða funnir sunnudagin 🙂

M&K!

Skriv et svar