Aftur tann tíðin á mánaðinum..

IMG_2498So var hon aftur her..

“Tann reyða vinkonan”

“Tann reyða vitjanin”

“Tann tíðin á mánaðinum”

Ohh dear, kært barn har mange navne! (Mannfólk, haldi tykkum fyri eyguni og oyruni!). Tá eg var yngri merkti eg ikki so nógv til, at eg hevði vitjanina. Tað var sum tað var og eg kendi meg eitt sindur uppblásta hetta tíðarskeiðið, men tað var til at halda út. Men nú .. Oyjøssus navn. Eg havi ikki so nógva pínu, sum nógvar aðrar, men eg blívi trill í ørviti.

Í morgun kendi eg meg eitt sindur tunga. Tá eg sigi “tunga”, so meini eg sálarliga. Eg hevði ikki hug til tað stóra. Soleiðis havi eg ikki haft tað síðani eg kom heim til Føroyar, og tí skilti eg ikki ordiliga hví tað nú brádliga kom. Sum sagt, so blívi eg eitt sindur gag-gag hesa tíðina men til alla lukku, havi eg ein sjeik sum dugur sera væl, at fara væl við mær, (eisini) hesa tíðina. Tað er jú alfa omega, tí annars var kríggj. Eg tori væl at viðganga at fjúsið er eitt sindur stytri hesa tíðina. So tá eg í dag segði við hann, at eg var eitt sindur tung í huga, minti hann meg á hvat dato tað var. “Er tað ikki við at verða tann tíðin á mánaðinum góða?”. Og jú, tað er tað. Nú gav alt meining.

Tað sum eg tað seinasta árið havi borðið merki við er, at hormonirnar byrja at órógva eina viku áðrenn sjálv vitjanin kemur. So tað er duble truble… So eg havi eina viku við hormon órógvan + eina viku við reyðu vitjanini. Hetta gevur so eitt úrslit, sum sigur at eg bara eri normala Vígdis helvtina av árinum. Haha.. Hvør segði at tað skuldi verða lætt??

Vit uppliva allar reyðu vitjanina á hvør sín hátt. Men kanningar vísa, at 75% av øllum konufólki, uppliva annaðhvørt sálarlig ella kropslig symptom. Eisini vísa kanningar, at 75% av konufólki kenna eina tráðan eftir søtum og søltum, tá tær hava vitjanina. Nú kenni eg meg eitt sindur betur, tí eg havi baara hug at eta, hetta tíðarskeiðið.

Onkuntíð havi eg hugsað um, at av tí at man altíð hevur hoyrt um, at konufólk merkja hesi symptomini, tá tær hava vitjanina, at eg so gevi mær sjálvari loyv til, at verða eyka krevjandi og neyðarslig hesa tíðina á mánaðinum. Men “sjálvandi” geri eg ikki tað. Eg havi tað “ordiliga” stravið og tað er deiligt at sjeikurin er eyka umhugsin 😉

Hóast alt, so eri eg glað at hava vitjanina. Tað er jú eitt tekin uppá, at alt er sum tað skal, so hvat er at klaga yvir? Um hetta er stórsti trupulleikin, so man standa væl til. Nei vit konufólk, vit eru herligar! Sum heimurin hevði verið keðiligur uttan okkum. Øll løgini vit hava.. Stakkals mannfólk, sum royna at fáa skil uppá hendan skapningin.

Góða nátt og sov so gott og lat ikki reyðu kvøkka teg í nátt, so alt verður vátt! haha.. (hygg hetta er tað sum hendur..roks og fjas) Eg biði um umbering fyri ósámligan málburð!

M&K

Skriv et svar