At velja sína yrkisleið – í framgongd og mótgongd

Tað er mikudagur, klokkan er 05.05 og eg havi ligið vakin síðani kl.02. Hvat í allari víðu verð geri eg uppi nú?! Eg eigi at liggja og bobla og droyma søtar dreymar. Eg plagi at hava soo góðar svøvngávur, at onnur plaga at øvunda mær. “Vígdis er mest sum sovnað, áðrenn høvdið nemur koddan”. Men hesa vikuna hevur verið heilt galið! Eg haldi at tað má verða tí:

EG SKAL Í ROYND FRÍGGJADAGIN!

Tað fyrsta eg geri tá eg vakni er at taka alla ramsuna ígjøgnum, av formlum eg skal minnast. Nadoy um tað ikki eisini er tað síðsta, sum rungar í høvdinum áðrenn eg flýggi inn í dreymaland. Har er onki R sum skal finnast og ongin t-test sum skal roknast. Hann náði tú meg! Correlation, regression, mean difference, Anova, Chi-square and the list goes on and on.. fyri meg er hetta sum at lesa kinesist. Fakið eitur Statistik!

Líka síðani eg søkti inn á Sálarfrøði í juni 2015, hava eg stúrt fyri júst hesu royndini. Tøl og logikkur hevur ongantíð verið mín sterka síða. So tá eg sá at statistikkur var ein rættiliga stórur partur av okkara bachelor, fór eg at ivast í, um eg mundi fara at klárað tað. Men eg vildi lesa sálarfrøði, so um statistikur var ein partur av tí, so mátti eg taka tað við.

Frata altso.. eg skal sanniliga brúka nógva tíð uppá hetta, fyri at koma nær at skilja tað eg lesi. Eitt er tað at eg kanska dugi nøkunlunda at rokna eftir formlunum, men hann náði tú meg! Tað er ofta at eg ikki havi peiling fyri, hvat tað er eg geri. (Eg verði neyvan granskari við hetta lag).

Seinastu tvær vikurnar havi eg sitið við míni tjúkku tungu statistik bók, sum roynir at vera festlig! Fyrsti kapittul eitur “All the things you never wanted to know about statisics”! Nemliga, onkursvegna skilir rithøvundin meg, og tað uggi eg meg við. Tað kennist sum, at eg havi sitið við hesum dag og nátt! Eg taki hattin av fyri teimum, sum sita soleiðis í eitt heilt semestur! Halt kipp ikki tit eru kul!! Eg hevði ynskt at eg hevði tykkara bindini og tolsemi. (Gott at eg skal giftast við einum av tykkum, so satsa vit uppá at børnini fáa genini harfrá).

Tá vit velja okkara yrkisleið, fer tað sjálvsagt eisini at verða nógv, ið vit ikki tíma, men mugu gera. Tað er sum við øllum øðrum.. Næstan sum tá vit gera ein lekkran døgurða, men mugu vit taka uppvaskið aftaná. Soleiðis er tað bara. Hetta fylgir við og man kemur ongan veg við at grenja um tað. Eg royni veruliga at gera mítt besta, so eg kann koma ígjøgnum hetta! Eg skaaal klára tað. Har er ongin vegur uttanum. Um tað so krevur svøvnleysar nætur, og at heilin er eitt sindur við síðunar av sær sjálvum.

So hóast vit hava nógv onnur sera áhugaverd fak, so skal eg eisini ígjøgnum hetta fakið. Eg eri sannførd um, at hetta er ein umráðandi partur av heildini, ið gevur okkum góðan kunnleika. Og vita tit hvat? Beint nú (okey ikki beint nú, meðan eg liggi vakin á miðjari nátt, men annars) so kenni eg meg djarva. Eg kenni meg sterka, tí eg tordi at taka hesa avbjóðingina. Tí eg valdi at fara at lesa á mínum dreymastudie, hóast eg visti at tað fór at verða ótrúliga stravið og ræðandi vihvørt. Men hvørt semestur er ein sigur og fyri hvønn dag sum fer, komi eg nærri at mínum dreymastarvi. Nemliga at kunna verða partur av, at gera ein mun fyri onnur.

Lesur tú eisini tað tú veruliga ynskir? Ella ert tú kanska útbúgvin og byrjað uppá títt dreymastarv? Ella er tú kanst heimagangandi?

Leiðirnar vit velja eru so ymiskar. Tað skal verða rúm fyri øllum, tí onki er meira rætt enn okkurt annað.

Heldur verða heimsins besta vaskikona enn heimsins vánaligasti stjóri. Ikki sannheit?

M&K

Skriv et svar