Aubergine pitsabotn! Ein skjót og løtt loysn

Eg mungaði so nógv eftir pizza í dag, men eg mungaði minni eftir rennitúrinum, sum skuldi til, fyri at brenna kaloriurnar, sum ein pizza inniber. Tí mátti eg finna uppá okkurt annað.

Aubergine kann faktiskt nýtast sum alternativt fyri ein pizzabotn. Og veist tú hvat? Hetta smakkar fantastiskt! Nú skal eg líka siga, at tað er so langt síðani at eg át ein ordiliga pizza, at eg kanska havi gloymt hvussu hon eigur at smakka. Men hetta smakkar hvussu er ordiliga væl.

IMG_0535

Tú gert júst sum, tá tú gert eina heimgjørda pizza. Tú kanst koyra tað tú hevur hug til á. Eg brúkti bara tað sum vit áttu í køliskápinum.

  • Set ovnin á uml. 175 stig
  • Sker aubergine í uml. 1 cm flísar og stroy eitt sindur av salti á
  • Legg aubergine á eina bakiplátu og koyr inn í ovnin í uml.15-20 min, til flísarnar eru blivnar eitt sindur broyskar
  • Tak tær síðani úr ovninum og koyr fylluna á. Síðani koyrir tú pitsurnar inn aftur í ovnin, til osturin er smeltaður.
  • Eg koyrdi tomatpure, leyk, tomat, mais og mozzarella ost á, og kryddraði við oregano, chili og salt.
  • Botnurin er nakað vátur, í mun til eina vanliga pizza, men sum heild smakkar hetta sera væl!

IMG_0546

Vælgagnist!

M&K

Skriv et svar