Avdúking av 3. lúku í Adventskalendarinum

So hava vit longu sett hol á triðju viku av Adventskalendarinum í ár! Tíðin flýgur avstað.. eg klári næstan ikki at fylgja við. Tíbetur var eg longu í jólahýri í oktobur, so eg havi haft tíð at nýtt hesa deiligu høgtíð.

Náhh, men nú koma vit til sakina. Vinningurin hesa ferð er fantastiska spennandi, haldi eg. Ja, vilja tit vita hvat tað er? ……okey mene.

Eg havi verið so heppin, at fingið KVINNU at stuðla triðju lúku, og handan hana, goymur seg onki minni enn:

EITT ÁRSHALD AV KVINNU

+

EITT EINTAK AV NÝGGJU BÓKINI “LØTAN”.

Wauuuuuw ha? Eg havi í nógv ár eeeeelska Kvinnu bløðini. Eg haldi snøkt sagt, at tey eru á einum so høgum støði, og kunnu saktans standa upp ímóti øðrum altjóða bløðum. Eg taki nógv heldur eitt Kvinnu blað, enn eitt útlendskt. Tað er eisini bara nakað serstakt, við at lesa føroyskt, og vita at alt er skapað av føroyingum.

Nú eg skuldi finna nakrar myndir til hetta innleggið, fór eg ígjøgnum nakrar myndir av undanfarnum forsíðum. Halt kipp ikki føroysku kvinnurnar eru vakrar. Tað er heilt ótrúligt og fantastiskt at síggja ymiskleikan, sum sleppur uppí part.

Kvinna er fyri meg ein fyrimynd á so nógvum økjum. Eg var so heppin, at sleppa uppí part á heimasíðuni hjá teimum kvinna.fo, tá eg skrivaði Brúðardagbókina. Íjøssus sum eg var errin. Tær duga bara so væl, bæði at orða seg, seta upp, alt tað visuella, og so at taka hond um viðkomandi emnir. Men útyvir blaðið og heimasíðuna, hava tær givið okkurt annað spennandi út til jóla.

Í novembur kom nýggja bókin “LØTAN” út í handlarnar. Áhh helle hon sær lekkur og hugnalig út! Bókin inniber 264 síður við 148 góðum uppskriftum til mat, binding og ítriv. Hetta er ein perfekt jólagáva til mammu, systir, vinkonu, ommu, jaa allar kvinnur. Hesari skal eg heilt sikkurt hava fatur á, tá eg komi heim til Føroyar.

So tit, tveir lekkrir vinningar til tvær hepnar vinnarar.

Kappingin byrjar á facebook síðuni hjá SukurSøtt í morgin, so tá er at standa klárar.

M&K

Skriv et svar