Avdúking – Hvat goymur seg handan 2. lúku í Adventskalendarinum?

Eg bleiv soo glað, tá Bobbarnir søgdu ja til at stuðla Adventskalendarinum hjá SukurSøtt! So tit, vinningurin hesa vikuna, er onki minni enn eitt:

GÁVUKORT á 1000kr frá BOB AND MARILYN’S SUITCASE!!  

 

Eigarnir báðir Brian Hansen og Bartal Hermansen, kalla handilin fyri ein lívstílshandil við mótaklæðum til mannfólk og konufólk. Handilin lat av fyrstan tíð upp í 2016 og hevur síðani víðka um virksemið við nýggjari deild sum eitur Bob and Marilyn’s URBAN. Handlarnar liggja báðir á Havnargøtu 1, í Tórshavn.

Brian og Bartal hava báðir starvast innanfyri mótavinnuna í nógv ár. Teir hava fjølbroyttar arbeiðsroyndir og hava starvast í stórum mótahandlum í Danmark í fleiri ár. Hetta sæðst tíðiliga aftur, tá tú kemur í handilin. Bob and Marilyn’s er ikki tann vanligi føroyski klædnahandilin. Nei, teir hava bæði innrætta handilin øðrvísi og so selja teir eisini ymiskt annað, enn bara klæðir. Eitt nú bøkur, prýðislutir til heimið o.a.

Eisini hava teir ymisk tiltøk til kundarnar, sum sum lounge kvøld o.a. Eg beit merki í, at teir fram til jóla hava opið næstan hvønn sunnudag. Fantastiskt ha? onkuntíð gerast vikuskiftini bara ov stutt, og tískil haldi eg tað verða super, at handlar eisini hava opið sunnudag.

Útyvir ymisk brúksting, finnur tú mest av øllum, tey allar nýggjastu klæðini og skógvarnar hjá Bobbunum. Alt frá tí allar fínasta, so sum pelsum, stilettum og vøkrum kjólum. Men so sanniliga eisini annað lekkurt við góðari góðsku til gerandisbrúkið.

 Upprunaliga deildin Bob and Marilyn’s Suitcase selur meir klassisk klæðir, við merkjum so sum Les Deux, LEE, Moves by minimum, American vintage og skóm frá Shoe the bear.

Nýggja deildin Bob and Marilyn’s Urban er meira sporty, við merkjum sum FILA, Ellesse Fix og H2o.

Tú kanst fylgja Bob and Marilyn’s Suitcase á facebook HER og teir hava sjálvandi eisini ein instagram profil HER.

Kappingin byrjar í morgin, so tá er at fylgja við, so tú kanst verða við í lutakastinum um hendan lekkra vinningin.

M&K

Skriv et svar