Nýt kotuna “SUKURSOTT18” og spar 15% á nethandilinum hjá THE BODY SHOP

    Eru tit klárar til ólavsøkuna? Nú nærkast, og hóast tjóðarbúnin hjá okkum er sera vakur í sær sjálvum, so ger tað ikki heildina verri, um smynkan eisini liggur sum hon skal.

Í samstarv við THE BODY SHOP, havi eg í samband við ólavsøkuna, fingið loyvi at geva tykkum eina avsláttar kotu til nethandilin hjá THE BODY SHOP. Tá tit hava fylt vørurnar í kurvina og skulu til at gjalda, kunnu tit skriva SUKURSOTT18 í teigin, ið eitur “PROMOTIONAL CODE” og soleiðis spara 15% av samlaða prísinum. Bílegg vøruna áðrenn kl.10 og fá hana sama dag.

Man veit ongantíð hvussu veðrið er á ólavsøku og tískil kann man byrja við at brúka eina góða basu, fyri at sleppa undan at skulu smyrja so nógv annað á. Vøkur húð er eitt must og grundarbeiðið hevur stóran týdning. The Body Shop selur hesar lekkru maskurnar, sum hava fingið sera góð ummæli. Tær fáast í fimm ymiskum útgávum, sum allar á hvør sín hátt, hóska seg til sína húðtypu. Eg havi júst bílagt mær eina, og gleði meg at fáa hana við postinum. So nái eg at brúka hana nakrar ferðir áðrenn vikuskiftið. Ein leinkja til eina av maskunum er HER.

 

Matte Lip Liquid er uttan samanbering mín yndis vøra til varrarnar!! Eg havi snakkað um hesar Matte Lip Liquid í nærum fleiri ár nú. Tær komu støðugt í nyggjum litum, og tískil leggjast bara fleiri afturat samlingini hjá mær. Hesar halda so forbiði leingi og so anga tær sooo væl. Tær kosta einans 90 kr, og ein beinleiðis leinkja til tær á nethandilinum er HER.

EItt gylt summarlook er altíð vakurt! Hetta lekkra putri BAKED BRONZER, keypti eg mær ofta fyrr og nú áðrenn summarið, fekk eg aftur fatur á hesum. Hetta virkar sum ein blanding av einum bronzara og highlightara og gevur sostatt húðini eitt sera frískt og summarligt glow! Hatta var mítt “Musthave” júst tá eg hevði átt og hevði tørv á einum lítlum, men skjótum pifti.

Skunda tær inn á THE BODY SHOP og spar 15% av tínum yndisvørum.

Skriv et svar