BabyBloggur – Dagføring av 2. trimestri + hvussu nógv skal gerast klárt?

Nú eri eg skjótt við at verða í triðja trimestri av burðartíðini. Altso tíðin gongur skjótt, sjálvt um eg samstundis eri so ótolin at fáa hetta fitta barnið út í verðina. Hetta er heilt sikkurt besta kenslan eg havi upplivað. Hóast at verða við barn hevur síni hjáárin, so er tað barasta so fantastiskt!

Annað semestur hevur verið sera øðrvísi enn tað fyrsta. Eg havi verið so væl fyri megin partin av tíðini. Tað er so lekkurt at kenna rørslu búkinum og at hava fingið kyn at vita. Alt er líkasum vorðið meira veruligt hesa tíðina. Men men, tað er ikki bara ein dansur á ljósareyðu skýggjum. Tað hava sanniliga verið dagar har eg havi verið illa fyri. Tey keðiligu hjáárinini hava verið sera kraftig høvupína, ein kensla av ørilsi og so havi eg verið móðari enn vanligt. Men hóast hetta er keðiligt at stríðast við, so er tað man fær afturfyri so ótrúliga fantastiskt, at eg um eg lá soleiðis alla tíðina, so hevði eg gjørt tað umaftur.

Spurningurin er nú, hvussu nógv skal man gera klárt áðrenn barnið kemur út??

Nú eri eg veruliga byrjað at hugsa, um hvussu vit best kunnu fyrireika okkum. Tískil hyggi eg í heilum eftir hvat man helst skal eiga, tá barnið kemur osf. Tað var ikki fyrr enn í dag, at eg keypti fyrsta setti av klæðum og tað eri eg mega stolt av. Ikki tí, eg havi haft hug at keypt sooo nógv, men havi roynt at hildi meg aftur.. tí um man fyrst byrjar, ja soo haha..

Eg eri nemliga í einum bólki á facebook, har danskar kvinnur, ið skulu eiga um sama mundi eru samlaðar. Altso altso, har verður nógv lagt á borðið. Tað er stuttligt at síggja hvussu ymiska tilgong allar hava og hvørjir tankar fylla hjá hvørjum einstaka. Sera áhugavert faktiskt. Eisini síggi eg hvussu nógv summar longu hava keypt og alt stendur mest sum klárt fleiri mánaðar áðrenn. Eg eri ikki heilt greið yvir hvør mín meining er um júst hetta. Eg havi lagt til merkis, at tað eru nøkur sum eru ímóti at keypa nakað sum helst, tí man veit jú ikki hvussu tað fer at ganga. Tað er jú ikki altíð at tað eydnast, sjálvt um man er komin so langt. Eg dugi væl at fylgja hesari tankagongdini, men so hin vegin. So skuldi man ikki fyrireika seg til nakað sum helst í lívinum, tí onki er sikkurt og alt kann ganga galið. Vit kunnu líka so væl blíva yvirkoyrd í morgin, og so er alt farið.

Nú eri eg so heima í Føroyum, so eg kann ikki gera so øgiliga nógv klárt. Men eg vil heldur leggja fokus á gleðina og spenningin, enn at hugsa at tað fer at ganga galið. Tað hevði sjálvandi verið tað mest ræðuliga sum kundi hent, men vit kunnu bara vóna tað besta.

Eg gleði meg í hvussu er at diggast eitt sindur við at gera klárt, bæði heima hjá okkum í Aarhus, men eisini heima í Føroyum, tí at vit fara nemliga at verða í Føroyum ein stóran part av barnsburðarfarloyvinum.

Hvussu hava tit gjørt? Bíða til barnið kom í verðina, ella gjørt tað mesta klárt áðrenn?

M&K

Skriv et svar