BabyBloggur – Endaleysa havið av barnavognum …

Vorherre bevare, man skuldi næstan tikið eitt skeið, soleiðis at man hevði eina hóming av, hvat man skuldi hyggja eftir tá barnavognurin skuldi finnast. Hetta er ikki nakað eg havi givið mær far um áður. Ein barnavognur er jú bara ein barnavognur ha? Neiiiii nei nei nei…

Nú er ein tíð liðin síðani eg byrjaði at seta meg inn í hetta. Tað eru opinbart fleiri sløg, merkir, samansetingar, startpakkar osf. og hvussu hundan skal man vita hvat er best? Eg havi roynt at lisið meg eitt sindur fram til betur vitan, men eisini roynt at spurt mammurnar rundan um meg, um hvat tær hava havt góðar royndir við. Men hvat? Allar siga jú ikki tað sama. Onkur vil hava stóran vogn, onkur minni. So eru tað hjólini sum skulu verða punkteringsfrí, men eisini kunna draga. Skal tað verða ein kombi vognur ella skal man heldur keypa ein barnavogn og ein koyristól? So er tað lyftin. Nøkur meta ikki at ein hevur so stóran tørv á lyft, og fyri onnur er hetta alneyðugt. Nei nei, eg havi langt síðani givið upp..

Næsti trupulleikin er prísurin! Áhh fúlar heitir.. Hetta er ikki fyri lesandi. Um eg bara kundi peika og ikki hugsa um kostnaðin, hevði eg ynskt mær tí vøkru gammeldags útgávuna av vognunum frá Silver Cross. Wauuw wauuuw! men hvat, har skal tú av við 23.000 kr, ger so væl. Annars, so skjótt ein nevnir barnavogn í Føroyum, so er næsta orðið í setninginum Emmaljunga. Ja sum eg skilji á lagnum, er tað eitt sera vælumtókt merki. Tað sigst eisini at verða gott og mammurnar eru gleðar fyri hesar vognarnar. Teir liggja so eisini um 8000-10.000+ kr. (Eg skuldi verið byrja at spart upp til barnavognin tá eg bleiv fermd, so hevði tað kanska ligið betur fyri hjá mær nú).

  

Náhh, men eg havi roynt at hugt á ymiskar síðir niðri, har fólk selja gamalt. Ella hvat skal man kalla tað? Endurnýtslu appir osf. Eg eri totalt inn fyri hesum, og eri ikki ov stolt til at keypa brúkt. Tað eru nemliga nógv sum selja brúktar vognar. Nakrir eru sjálvandi sera nógv brúktir, og tað er kanska eitt sindur óintresant. Men altso, óintresant fyri meg, ikki fyri barnið.. Barnið hevur tað heilt sikkurt líka gott í einum brúktum vogni, sum í einum nýggjum. Líka leggur tað í. (Vit mugu jú viðganga, at tað nokk mest er fyri okkara egna tørv, at vit ynskja øll hesi fancy tingini)

Eg havi gott eyga á nøkrum vognum, men serliga einum, sum ein fitt dama selur. Vognurin er ein kombivognur. Hetta tiltalar meg onkursvegna, kanska tí fyri mær virkar tað meira praktiskt, at hava tveir í einum. Vognurin er sera lítið brúktur og sær sooo gott út! Tá eg fyrst byrjaði at googla eftir vognum, var tað hesin sum bleiv við at sita fastur í mínum huga. Men hann var aaalt ov dýrur, so eg legði hann skjótt á hyllina. Til tann dagin eg so sá hann á hesari endurnýtslu appini. Eg havi lagt eitt boð inn, og hetta gekk seljarin við til. Men eg tori ikki at siga for nógv, áðrenn vit hava fingið vognin. Um alt fer at ganga eftir ætlan, so haldi eg hetta verða eitt ordans kupp! Tit skulu nokk sleppa at síggja hann, um eg fái hann.

Hvat halda tit um keyp av brúktum vogni? Og hvussu valdu tit tykkara?

M&K

Skriv et svar