BabyBloggur – Fantastiska vitjanin í “SNÝÐIД har kynið bleiv endaliga avdúkað

Ja, sum tit hoyrdu seinast, so var ein øgilig óvissa um hetta nú var ein genta í búkinum.

Eg setti meg í samband við Bodil, sum eigur og rekur SNÝÐIÐ. Hon var skjót at svara, og tað var ongin trupulleiki, at kroysta eina tíð ímillum, nú tá Sigurd var heima í Føroyum. Sjálvandi skuldi hann sleppa við. SNÝÐIÐ hevur nemliga ikki sum so opið føst tíðspunkt á døgninum, men tey tillaga seg líka so nógv eftir, nær tað liggur best fyri hjá kundunum. Hetta passaði okkum væl, tí Sigurd var heima so mikið stutt, og tískil kundi hetta lata seg gera. Fantastiskt, so far so good.

 

Hendan morgunin vit skuldu koma til skanning, var eg sjálvandi ordiliga illa fyri. Sjálvsagt var eg tað.. men eg stríddi meg upp og út í bilin. Tað ringasta er at ferðast aftur og fram. Tað er sum at hava kroniskt sjóverk. Juhuuu… allar tær góðu síðurnar av at verða við barn.

Snýðið heldur til í Runavík og eg sum havi ein non eksisterandi staðarsans, var glað fyri góðu vegleiðingina, sum eg kundi finna á heimasíðuni hjá snydid.fo. Hvussu kul er hetta??? Hendan VEGLEIÐINGIN er idiottryggjað og vísur tær júst hvussu tú finnur vegin fra. Har er enn tá eitt video, til sovorðin sum meg. Ja, tað er stýr á tingunum.

Bodil tók ímóti okkum við einum smíli og aftaná ein drekkamunn fóru vit beint í gongd. Vit høvdu valt tann pakkan ið eitur 3D/4D skanning, sum inniber:

“Við hesi skanning fært tú møguleika fyri at síggja barnið í 3D/4D. Eins og 2D skanningin verður eisini hugt eftir hjartasláttrinum og um barnið veksur sum væntað. Útfrá mátingunum verður burðardagur eisini mettur. Fyri at fáa bestu góðsku verður viðmælt, at tú verður skannað í millum viku 25-30.

Við í prísinum er ein skrivlig frásøgn, 3 sv/hv myndir, 3 litmyndir og ein teldupost við øllum myndunum, ið verða tiknar undir skanningini.  Einki garanti er fyri at fáa andlitsmynd.”

Líka frá fyrsta sekundi, at myndin kom uppá skermin sóu vit barnið soo týðiligt. Hetta var sooo óveruligt!! Altso tað er slett ikki til at greiða frá. Eg veit ikki hvat eg hevði vantað, men at tað var so klárt og at smálutirnir sóust so væl, hevði eg ikki roknað við. Og tað tók ikki langa tíð fyri hana at vátta, at hetta var ein didda!! Juhuuuuu, so vóru allar ljósareyðu troyggirnar og annað ikki til onga nyttu.

Vit hildu okkum síggja hvørjum hon líktist og tað heila. Nú eg eisini havi sæð 3D myndir hjá øðrum, har tey hava tikið eina mynd tá barnið er komið út, og samanborðið tað við 3D myndina, so er tað ótrúligt so nógv tað líkist. Tað er púra vilt, hvat tøknin kann í dag.

Lítla goggan og eg, báðar líka mageligar.

Tað var ein sonn uppliving at síggja hetta lívið í búkinum. Vit sóu hvussu hon viðhvørt hugdi og vit fingu eisini eitt stórt smíl. Eg fekk bara hug at skrikkja hana úr skerminum. Altso hon var fitt at síggja.

Bodil dugdi eisini so væl at greiða frá hvat vit sóu og fortaldi eisini hvat hon var mett at viga osf. Enn einaferð bleiv alt so veruligt. Vit sóu fimm fingrar á hvørjari hond og fingu játta at alt sá gott út.

So forvitin sum eg eri, spurdi eg Bodil eina rúgvu. Hon hevur nú haft SNÝÐIÐ í trý ár og undirtøkan hevur verið sera góð heilt frá byrjan. Hon greiddi frá at tað í byrjanini vóru flest sum komu til 3D/4D skanning, men eftir hondini eru tað eisini nógv pør, ið koma til eina tryggleika skanning, sum kann fáast longu frá 6 viku av burðartíðini. Tað kann nemliga sýnast leingi at skula bíða, at sleppa til skanning á sjúkrahúsinum. Tí hevur Bodil eisini millum annað, verið við til at fortalt komandi foreldrum at tey vanta sær tvillingar. Tað hava verið nógvar stuttligar og minnisríkar løtur í Snýðinum, sigur Bodil.

Um tú ynskir at vita meira um SNÝÐIÐ, kanst tú lesa meira umvegis Heimasíðuna ella Facebook síðuna hjá SNÝÐIÐ. Vit vilja heilt sikkurt viðmæla øllum til at taka av hesum møguleikanum. Um vit vóru spent áðrenn, so veit eg ikki hvat vit eru nú. Hetta var ein so fantastisk uppliving!!

M&K

Skriv et svar