BabyBloggur – Føðisøga

Føðisøga

Endiliga fingu vit okkara elskaðu prinsessu út! Lívið hevur eina heilt nýggja meining, og kærleiksrúsurin streymar ígjøgnum kroppin hvønn dag. Hetta er so fantastiskt, at ongi orð kunnu lýsa mína gleði og kærleika fyri hesum undurfulla barninum (og pápanum, sum snøkt sagt er okkara hetja).

Tað er tó sind at siga, at prinsessan kom stillisliga. Hehe… men sum eg havi sagt í graviditetinum “Heldur hava eina harða føðing og eitt lætt barn, heldur enn..” Ja, viðhvørt skal man ansa sær við hvørjum man ynskir sær, tí eg hevði verkir í 60 tímar!! Hann náði tú meg.. So her fáa tit okkara føðisøgu, sum nokk ikki var so ynskilig, men í øllum hurlivasanum, høvdu vit eina fantastiska uppliving, sum er serstøk fyri okkum.

Leygardagur 28. apríl (Termindagur)

Eg var sett at eiga leygardagin 28. apríl, men har hendi onki. So vit fóru í veistlu í føroyingafelagnum í Aarhus og tvætlaðu um at kanska hetta fór at seta meg í gongd. Vit høvdu eitt so hugnaligt kvøld, og kendi meg væl fyri.

Sunnudagur 29.apríl

Eg vakni tíðliga sunnumorgun, og føli eina menstruatión líknandi pínu/óbehag í búkinum. Eg vildi ikki vakja Sigurd, so lá sjálv og vitaði um eg merkti nakað mynstur, í og við at eg hevði frætt at tað var soleiðis man kundi verða vísur í at tað vóru verkir og ikki bara pína ella plukverkir. Jújú, pínan kom, so var pausa í einar 20 minuttir og so kom hon aftur. (Var tað veruliga nú, hugsaði eg??)

Eg vakti Sigurd, vit blivu bæði spent og fóru líka sum at gera okkum til reiðar. Verkini vóru ikki ring, so eg gekk og diggaðist við ymiskt. Fór undir brús, snollaði meg og pakkaði tað síðsta ið vit skuldu hava við. Minuttirnir ímillum verkini minkaðu, og ígjøgnum dagin, komu vit niður á 9 minuttir ímillum. Men hvat? So byrjaðu minuttirnir ímillum verkini at vaksa aftur!!?? hvat meintist hetta við?? Áhh eg bleiv irriterað.. Sigurd helt kanska at tað fór at hjálpa at bíleggja okkum okkurt lekkurt at eta, so tað gjørdu vit. (matur hjálpur jú uppá alt ha?) Tað var alt annað enn behagiligt at ganga við hesum verkjunum, og vit høvdu eina vón um at hetta var dagurin! Men nei.. Vit fóru út at ganga ein túr, fyri at vita um hetta setti gongd á aftur. Tað gjørdi tað í eina løtu, men so bleiv aftur longur ímillum. Vit góvu upp og fóru í song, men eg hevði kanska sovið í ein tíma, so hendi aftur okkurt.

Mánadagur 30. apríl

Verkini byrjaði aftur um náttina og tað vóru aftur einir 15 minuttir ímillum. Eg fór upp at mæla eina løtu og royndi at dríggja tíðina. Tað bleiv minni og minni ímillum og kl.08 um morgunin vóru vit komin niður á 5 minuttir ímillum. Eg fann útav at eg kundi basa pínuna við at ganga uppi, heldur enn at liggja. (so um nábúgvarnir hava lúrt inn, havi teir hildið meg verið øra, sum eg gekk og mól aftur og fram). Eisini setti eg meg leingi undir brúsuna, tí tað hjálpti eisini fyri pínuna. Vit valdu at fara út á sjúkrahúsið áleið kl.11, tí nú var pínan so mikið umfatandi, at eg hevði trupulleikar við at verða í mær sjálvari. Men har var ikki nógv at gera.. verkini vóru ikki nóg reglulig, so tey valdu at geva mær eitt “sovisett”, sum var heilivágur, ið skuldi hjálpa mær at hvíla, nú eg hevði havt verkir í meira enn eitt døgn. Eg mátti bara royna at hvíla meg, hóast tað var torført! Eg hevði støðuga pínu, uttan at tað kendist at føra til nakað. Soleiðis gekk allur mánadagurin eisini. Vit hildu hóast alt hýrinum uppi og hugnaðu okkum sum fregast. Vit sovnaðu um 00.00 og kl.01 bleiv eg longu vakt av seeeera kraftigum verkjum! HARRA JESUS KRIST, hetta vóru verkir sum vildu nakað!!!

Týsdagur 01. mai

Áhh helle eg hevði ilt! Tað kendist sum at ongin steðgur var ímillum verkini. Pínan var øgilig og tað skuldi ganga skjótt. Sigurd ringdi út á sjúkrahúsið og síðani eftir einum taxa bili, har bilførarin fekk fráboðan um hvat hetta var fyri gestur hann fekk. “Ønsker du at jeg kører forsigtigt?” – Neeeej, hurtigst muligt! Hann hevði nokk mist koyrikortið um hann bleiv tikin stakkalin, hansara partur lá so ikki eftir.

Eg bleiv kannað beinan veg eg kom út á Aarhus Universitets hospital. Íjøssus eg var illa fyri.. (stuttligt, tí nú dugi eg slett ikki at greiða frá, hvussu hendan pínan kendist). Vit og jarðarmóðurin blivu samd um at vit fóru ikki heim aftur, men fingu eina føðistovu, hóast eg bara hevði opnað meg 1 cm. Eg var ekstremt troytt, tí longu her hevði eg ikki sovið í tvey døgn. Vit fóru at snakka um hvønn heilivág eg kundi fáa fyri at basa pínuna. (Eg hevði ikki avgjørt nakað frammanundan viðvíkjandi pínustillandi). Men eg takkaði ja til alt eg fekk bjóðað, tí pínan var ikki til at halda út.

Vit byrjaðu við akupunktur.. riggaði ikki!

Síðani fekk eg sproytað morfin í lærið.. riggaði ikki!

Nú skuldi eg liggja á einari briks í ein hálvan tíma og blíva kannað, áðrenn vit kundu fara víðari. PÍNAKNÚT – hvat sker?? Mitt sum jarðarmóðurin stendur hjá mær og Sigurd stendur við fótalagið, fer vatnið! Halt kipp ikki hetta var ein undarlig kensla! Hahah.. tað sprændi úr mær, sum ein vulkan! Hetta hava vit ofta flent eftir síðani!

Nú kom epiduralurin uppí prátið! (Fræta hugsaði eg! tí eg hevði hoyrt at hann var nakað so ekstremt pínufullur at fáa lagdur!!) Sigast skal at mín pínukertil nokk var í minna lagi, áðrenn føðingina, í og við at eg nóg illa kláraði at taka eina blóðroynd. Men hetta fekk eg býtt um uppá. Tað eina tíðspunktið trúði eg at eg sigldi av! Kroppurin var so niðurbrotin og mín orka var minimal. Eg beit pínuna í meg, og fekk lagt epiduralin. (Her hevði eg gingið við hesum konstantum verkjum uttan millumrúm frá kl.01-05.

Epiduralurin riggaði!!! Halleluja!

Nú varð lagið betur. Altso altso hetta hjálpti væl! Heilt fantastiskt! Nú kendi eg ongan skund á mær. Eg var bara glað fyri at verða komin av við pínuna. Vit jollaðu okkum og høvdu so fittar jarðarmøðrar rundan um okkum. Tær arbeiddu sjálvandi í vaktum, so vit endaðu við at hava fýra ymisk hold. Tær vóru so uppbyggjandi og stuðlandi. Eg kundi ikki ynskt mær betur umstøður, enn tær vit høvdu. Eg bleiv masserað og tað heila. Sigurd tjúklaði um meg og vit høvdu nógvar stuttligar løtur, hóast eg var so útlúgvað. Kanska tað var svøvnlátur sum spældi inn.

Eg opnaði meg lutfallsliga skjótt og klokkan var um 19-20 tá eg var opnað 10 cm, so nú var klárt.. hugsaði eg. Meeeeen nei! Her komu ongi pressverkir. Sum um hetta ikki hevði verið nóg stravið frammaundan. Tey góvu mær eitt ella annað, ið skuldi seta gongd á press verkini, men har hendi enn onki.. Nú byrjaði eg at ivast í, um tað heldur ikki fór at blíva í dag.. (Nei pínaknút altso, hetta kundi ikki verða rætt!) Vaktarskiftið var kl.23 og kl.23.20 kom nýggja holdið inn. Nú var epiduralurin líkasum runnin av, og eg var aftur ekstremt illa fyri og hevði nú fingið febur. (Eg hevði ein sensur á høvdinum á didduni, ímeðan hon var í búkinum, soleiðis at vit/tey kundu halda eyga við hennara tilstandi). Tá eg fekk febur var illgruni um at eg møguliga hevði eina infektión. Hetta kundi hava ávirkan á hennara støðu og soleiðis geva henni infektión!

Brádliga vóru ræðuliga nógv fólk inni á føðistovuni og eg fekk at vita “Vígdis, vi må prøve at se om du kan presse hende ud, men det skal godt nok gå hurtigt, ellers må du få kejsersnit, fordi hun skal ud NU!!”.. eg hugsaði við mær sjálvari “FANIN NEI, okkara dukka skal út vaginalt!! Nú havi eg ligið her í 60 tímar, og fari ikki at geva upp nú”

Pressverkini vóru enn ikki komin, so eg mátti bara pressa sjálv. Har vóru tveir barnalæknar, tvær sjúkrsystrar, tvær jarðarmøðrar og tvær superior jarðarmøðrar inni.. (gud havi lov, hugsaði eg ikki so nógv um hetta tá.. tí tað boðar jú ikki frá góðum, tá tað eru so nógv inni). Eg lúgvi ikki.. Tað tók 5-6 minuttir frá eg byrjaði at pressa til dukkan var úti!! Eg havi sku aldrin í lívinum verið so málrættað, og í dag hevði eg ynskt at eg hevði eina video upptøku, so eg kundi endursæð úttrykkini hjá fólkunum sum vóru inni har. Tað var so tíðiligt at tey vóru vís í, at hetta ikki fór at lata seg gera, so tey vóru í SJOKK og ovfarin yvir eg fekk pressað so væl. Eina jarðarmóðurin segði enntá mitt í øllum “Det må være den mest unødvendige kop jeg nogensinde har sat på!  (ja nú ljóði eg kanska forbiðið sjálvglað, men hatta má verða eitt tað besta eg havi avrikað í lívinum haha…) og vit náddu júst at fáa hana áðrenn miðnátt.

So kom næsta avbjóðingin… Eg fekk dukkuna upp til mín (sum var tað mest fantastiska eg havi upplivað) Men dukkan græt ikki fyri enn nakrar minuttir aftaná.. Læknarnir tóku hana frá mær og greiddu frá at hon hevði trupulleikar við lungunum og hevði møguliga fingið eina infektion. So í øllum hurlivasanum við øllum hesum fólkunum, lá eg har og lítla undurbarnið og Sigurd blivu tikin frá mær, og fóru á intensivu deild. (Neeeeeei, nei nei nei). Faktiskt, var eg til alla lukku eitt sindur í ørviti av doyvingini. Eg minnist at eg bara hugsaði at tað var betur at hon var hjá teimum, sum kundu hjálpa henni, heldur enn mær. (Men áhh fræta, tað at eg hon bleiv tikin burtur, hevur ávirkað meg nógv síðani). Til seinast, aftaná eg var blivin gjørd í stand, liggi eg faktiskt púrasta einsamøll inni á stovuni…. Eg mátti bara ringja til Sigurd á facetime, so eg kundi fylgja eitt sindur við, tí eg slapp ikki yvir til tey fyrr enn kl.03.30. Nú eri eg vís í at tað var gott at tað var Sigurd, sum var við henni og ikki eg. Hon hevði so nógvar leidningar alla staðni, at tað var ræðuligt at síggja! Oyjøssus altså..

Ígjøgnum alla føðingina hevði eg hildið meg sterka, tí eg visti at eg ikki kundi blíva kedd og bleyt osf. So hvørja ferð eg merkti hesar kenslurnar koma, vendi eg teimum onkursvegna til øði, so eg kundi brúka tær til at koma ígjøgnum føðingina og pressfasuna. Hetta hjálpti mær ekstremt væl, men tá eg sá okkara lítla skatt liggja har, kobla til alt hetta, brotnaði eg fullkomiliga. Til alla lukku slapp eg at fáa eina song inn á intensivu deildina, so eg kundi verða hjá henni restina av náttini.

Okkara sterki skattur

Nú bleiv hetta so ótrúliga langt hjá mær. Men tað stutta av tí langa er, at lítli skatturin hjá okkum var so raskur at stríðast og tað var fantastiskt at síggja. Longu dagin eftir fingu vit hana til okkum, og hon bleiv støðugt men spakuliga betur fyri hvønn tíma sum gekk. Andadrátturin kom uppá pláss og infektión tølini vóru vanlig. Vit endaðu við at fara heim av sjúkrahúsinum fríggjadagin aftaná, við einari fantastiskari kenslu av, at tey høvdu tikið sær soooo væl av okkum. Ígjøgnum allan hurlivasan, kendu vit okkum so trygg, og professionalisman hjá starvsfólkunum var í topp!! Nú vit hyggja aftur á hesa upplivingina, var hon fyri okkum fantastisk. Dagarnir aftaná, tá vit høvdu dukkuna hjá okkum, vóru soo góðir. Eg havi ikki flent so nógv leingi!! Samstundis sum tað var fantastiskt at ganga har í hesum stóru ommu undurbuksunum, sum næstan hungu niðri á knøvunum. Eg sá út sum eitt trøll, men havi ongantíð lagt soo lítið í tað, tí nú hevði tað ongan týdning!

So hetta var ikki nøkur dreymaføðing, men eg skuldi gjørt tað hundrað ferðir umaftur, nú eg veit hvat vit fingu afturfyri. At verða blivin mamma er ein fantastisk kensla, sum trekkjur seg framum alt annað.

M&K

Skriv et svar