BabyBloggur – Hjálp, óvissa um kynið

Nakað av tí fyrsta eg byrjaði at hugsa um, tá eg var blivin við barn, var hvat kyn hetta nú mundi verða. Tað er leingi at bíða eftir hesum svarinum, og eg gjørdi mær alskyns tankar. Sum tey flestu vita, so eri eg eitt trúfast viðhaldsfólk av øllum damuligum, didduligum, kvinnuligum sum vit kunnu koma í tankar um. Tískil kendist tað sum tað mest natúrliga fyri meg, at vit sjálvandi skuldu fáa eina diddu.

Fleiri av mínum vinkonum øtaðust tá tær hoyrdi meg snakka, um hvussu stórt ynski eg hevði um at fáa eina gentu. Jaja, tað ljóðar kanska eitt sindur grunnskygd, men sum eg havi skilt á lagnum, er hetta púra vanligt. Nógvar kvinnur ynskja sær døtrar, tí hetta er kent fyri tær. Eins og menn ynskja sær synir, sum teir kunnu taka við til fótbólt, út at fiska osf.

Eg eri jú greið yvir hvussu tað er at verða kvennkyn, og av tí sama kenni eg meg onkursvegna betur rustaða til at fáa eina gentu. Men altsoooo, misskilji meg ei, um tað er ein drongur, so skal hetta ikki verða nakað sum helst minni fantastiskt! Hetta eru bara tankar eg havi, og havi havt, sum fyri meg kennast púra natúrligir.

Náhh, men tá tíðin kom til 20 vikur skanningina, gleddi eg meg sum eitt smábarn. Altso eg var sooooo spent, at eg trúði at eg fór at fella um, áðrenn eg kom inn í rúmið. Eg sigi beinan veg við sjúkrasystrina, at vit vóru seeeeera spent at vita hvat kyn tað var. “Jajaa, det venter vi med til sidst” segði hon við einum smíli. Langt um leingi, aftaná at hava kannað barnið væl og virðiliga og næstan trýst búkin hjá mær niður í gólvið (tað er øgiligt, sum tað trýsta fast tá tær skanna. Tað var eg slett ikki klár uppá, men gott er. Nú var bara at blíva liggjandi). So sigur hon “det er en pige!” og eg skríggjaði so glað eg var. Haha… ímeðan hon skannaði, helt eg meg síggja, ja næstan fleiri pissilingar! so eg var sannførd um at hetta var ein drongur, og hevði onkursvegna áðrenn havt eina kenslu av at tað nokk var ein drongur. So eg haldi næstan at eg bleiv kløkk, tá hon so segði at tað var ein genta! Men sjálvandi, mest umráðandi av øllum, var at hon hevði tað gott inni í búkinum hjá mammu síni og øll mátini sóu góð út. (Gud havi lov!)

Náhh… so kundi eg byrja at hyggja eftir ljósareyðum og binda og bíleggja ymiskt. Ohh frata tað er nógv fitt. Men nú eg byrjaði at hugsa meg um, so helt eg ikki at handan sjúkrasysturin ljóðaði so sannførandi, tá hon segði barnið hjá okkum vera eina gentu. Ohh my god, altso hvat um eg nú fór at gera alt klárt og so var tað ein beiggi tá tað kom út??!! Brádliga byrjaði eg at hoyra fleiri og fleiri søgur frá fólki, har hetta var hent. Eisini hevði eg dreymar, har tað vísti seg at vit høvdu fingið ein beiggja. Og kenna tit hatta tey gjørdu fyrr, við nál og tráð, har man heldur tráðin uppiyvir pulsaðrini og um nálin flytir seg tvørturum er tað ein beiggi og um hon melur runt er tað ein didda. Ja, hjá mær fór tað tvørturum, óansæð hvussu ofta eg royndi!!

So sum tann kontrol freak sum eg eri, kláraði eg ikki at liva í hesari óvissuni. Eg MÁTTI fáa eitt greitt svar uppá hetta. Hvat kundi eg gera?? Eg setti meg í samband við SNÝÐIРí runavík og fekk bílagt eina tíð til 3D og 4D skanning.

(framhald næstu ferð..)

M&K

Skriv et svar