BabyBloggur – Kann eg loyva mær at tala at?

1. trimestur

Altso altso, eg hevði sæð fram til hetta tíðarskeið í nógv ár. Ja, tað at verða við barn, hevur í mínum heimi altíð virkað so idylliskt! Sum um at alt fór at verða við tað sama, burtursæð frá at ein fittur elskuligur búkur fór at koma afturat.

Eg má siga tað júst sum tað er! Mín uppliving av at vera við barn, hevur ikki verið so ljósareyð, sum mín vantan var.

Nú skilji eg hvussu fólk við kroniskari pínu, eru troytt og illa uppløgd. Tað er ikki bara bara at røkta allar gerandis uppgávur við skúla, arbeið og húsarhaldi, tá tilstandurin ikki er í topp.

Fyri tað fyrsta vóru vit sjálvandi yvirdrivið ekstremt eydnusom og takksom yvir at eg bleiv við barn, so ómakaleyst. Hesum var eg sera nervøs fyri, og tískil var hetta í mínari verð eitt undir. Soleiðis kendist tað í hvussu er sum, tá eg var tilvitað um hvussu nógv pør stríðast við hetta í dag. Tað eru áleið 8% av donskum pørum, ið fáa hjálp til at gerast við barn og 8-10% av børnunum sum koma til verðina hvørt ár, verða gjørd við ónatúrligari ísáðing. Tað er forferdiligt og eg vil tí ikki grenja, tá alt nú gekk sum tað skuldi. Hinvegin, er tað umráðandi fyri meg, at deila mína uppliving av at verða við barn. Hví? Tí at mín uppliving er so nógv øðrvísi enn hvat eg hevði vantað.

Hendan myndin má verða frá einum av teimum góðu døgunum. Haldi bestemt frá einum leygardegi, har eg skuldi møtast við einari vinkonu. Tí nei, har mundu verða nógvir dagar um hatta tíðarskeiðið, har eg ikki eingongd kom í klæðir.

So hugsi eg.. Hvar er mín ljósareyða fatan komin frá? havi eg skapað hana sjálv, ella havi eg lisið og hoyrt aðrar komandi mammur greitt frá ljósareyðum søgum um at vera við barn? Eg veit ikki.. Men nakað sum er felags fyri øll menniskju, er at vit ynskja at verða partur av onkrum. At vit eru lík onkrum øðrum, so vit ikki kenna okkum einsamøll í støðum. So við at deila mína søgu og uppliving, er kanska onkur har úti, sum kann nikka “ja” til tað sum eg havi upplivað, og vita at tey ikki eru tey einastu sum hava haft tað soleiðis.

Til alla lukku havi eg tað betur nú, men hann náði tú meg. Tað var sum at fáa ein frammaná, at merkja hvussu stóra ávirkan graviditeturin hevði bæði á tann fysiska partin, men so sanniliga eisini á tann sálarlig partin.

Tað fyrstu tíðina av graviditetinum kendist tað, sum øll luftan var farin úr ballónini, og samstundis púra umvent. Eg vildi so gjarna verða ein powerwoman, sum var full av orku og yvirskoti hóast eg var við barn. Hetta var bara slett ikki støðan eg var í. Eg var móðari enn nakrantíð, og kendi meg enntá hálvgum tunglynta til tíðir. Húðin hjá mær eksploderaði við óreinheitum. Eisini hevði eg kroniska høvupínu, matarlysturin var sera óregluligur og eg hevði ikki hug til nakað, men vildi bert liggja í songini. Hóast eg ongantíð spýði, so hevði eg hálvgum kroniskan kvalma. Halt kipp eg var ynkilig og stakkals maður, ið skuldi bera yvir við mær! Eg minnist enntá at eg hugsaði, at um eg misti barnið, so hevði eg ikki orkað, at skula blivið við barn aftur, fyri síðani at skula ígjøgnum hetta umaftur. (ja, vit kunnu nokk gerast samdar um, at mín manglandi orka, eisini gekk útyvir mína tankagongd, ið ikki var so skynsom júst tá)

Hetta ljóðar ikki so ljósareytt ha?

Men kann eg loyva mær at “grenja”, tá eg sum heild havi verið so heppin at gerast við barn?

Burdi eg hildið tott, og bara verið glað?

At verða við barn, er ikki bara ein dansur á rósum, og tað haldi eg ikki skal verða nøkur loyna. Men eg trúgvi eisini at tað hevur stóra ávirkan, um tað er fyrstu ferð ella kanska aðru, triðju ferð ein er við barn. Eg visti jú ikki hvussu tað átti eg kennast og um tað fór at ganga yvir, ella um hetta fór at halda fram í nýggju mánaðar. Eg var so ósikkur, tí tað var fyrstu ferð, og dugdi kanska ikki eins væl at slappa av og góðtaka allar broytingarnar.

Til alla lukku, havi eg frætt at fyrsta trimestur skuldi verða tann ringasta fasan, og nú kenni eg meg vanliga aftur. Nú er búkurin eisini vaksin, so alt kennist meira veruligt. Nú njóti eg at verða við barn!

Tað hevði verið sooo stuttligt at hoyrt um tykkara upplivingar? hevur tað kanska verið púra øðrvísi, ella sær onkur seg aftur í mínum tankum? Tit eru vælkomnar at leggja eina viðmerking, longur niður í tráðnum.

M&K

2 comments

  1. Guggi says:

    Sjálvandi hevur tú loyvi at føla tað, sum tú gert. Hatta eru tínar kenslur, og tað er onki galið við teimum

    Eg sá eisini so ljósareytt uppá tað heila, men fekk sum ein frammaná

    At verða ússalig og óupløgd var heilt sikkurt ikki mín planur!

    Men, tá næsti trimestur var byrjaður, hevði eg tað ordiliga gott. Búkurin vaks og eg fekk orku til at pynta og brúka makeup aftur. Og hevði tað so til uml. 8 vikur vóru eftir.
    Eg fekk so stóran búk og kláraði ikki at liggja á rygginum uttan at føla tað sum eg var við at kvalast. Kundi bara liggja á liðini og vaknaði hvørjafer eg skuldi venda mær og upp at pissa fleiri ferðir um náttina….

    Men eg royndi at síggja tað so, at tað var tí, at eg ikki slapp at sova so nógv, tá diddan var komin. So kroppurin venur seg við tað áðrenn. So kom tað, vónandi, ikki púrasta sum eitt chok!

    Hetta eru gott nokk nøkur ár síðani
    Eg eri 41 ár og eigi 2. deiligar gentir

    Og mammu-túrurin hevur verið upp og niður. Men eg havi nýtt tað og geri tað enn. Um møguligt, meir og meir sum árini ganga

    Alt tað besta til tín og mannin í hesi deiligu, stravnu, gevandi og við hvørt -hála hári úr høvdinum, tíðini.

    Minst bara til, tá tú heldur at tú ikki orkar meira, at tað er eina síðstu fer til alt. Barnið endar eina fasu fyri at byrja uppá eina nýggja. Og so fer tú heilt sikkurt at sakna okkurt av tí, ið fari er

    Alt tað besta her frá

    • Vígdis says:

      Altso tað er deiligt at hoyra, at eg ikki eri tann einasta, ið havi upplivað tað soleiðis.
      Nú hevur tú fingið nógvar royndir ígjøgnum tíðina, og túsund takk fyri at tú vilt deila burturav tí 🙂
      Eg taki alt til mín og gleðist um at eg nú eisini havi tað betur, og sum tú sigur, havi hug at gera okkurt við meg aftur osf.
      Alt tað besta til teg og tína familju 🙂

Skriv et svar