BabyBloggur – Tá tvey blivu trý

Hey tit, ja eg sigi soleiðis, tí tað virkar sum at ein rúm tíð er liðin, síðani eg havi skrivað ein av teimum persónligu bloggunum. Men nakað stórsligið er hent – ja, mín lítla familja hevur fingið ein nýggjan lim. Týskvøldið 1.mai beint áðrenn miðnátt, kom okkara lítla didda út í hendan heim. Hon er tað mest fantastiska lítla menniskja, og vit eru smask forelskaði í henni. Hon er perfekt uppá allar mátar, og vit eru totalt blendaði av øllum kærleikanum vit hava til hana. Føðingin var ein 60 tímar langur hurlivasi, sum spældi væl av. Kanska tit vilja hoyra okkara “Føðisøgu”? (Eg kann deila hana seinni).

Nú er hon eina viku gomul, og eg má siga, at hetta hevur verið ein sera hørð og lærurík viku. Hvør dagur er sum eitt óskrivað blað, og hvønn dag verður blaðið fylt við yvirskriftum, sum bæði lýsa gleði og ørkymlan. Ja, gleði um hetta fantastiska menniskja, sum kærleikin veksur og veksur fyri. Hetta lítla snýðið, sum hyggur uppá teg og hevur tørv á tær. Samstundis upplivi eg eisini ørkymlan, yvir kensluna um ikki at klára at nøkta tørvin hjá mínum egna barni. Tað harðasta ein kann verða útsettur fyri, tí tað er onki annað ein heldur vil enn tað. Tað er jú tað mín uppgáva er, og hana vil eg sjálvandi megna. Eg taki so sanniliga hattin av fyri øllum mammum har úti. Hendan uppgávan er ikki einføld, men sera krevjandi. Og krevjandi á so nógvum frontum samstundis. Tann eina dagin kendist tað í mínum kroppi, sum eg hevði runnið tjúgu marathon. Kroppurin var fullkomiliga uppbrúktur og eg hevði ikki eitt vet av orku eftir. Men tað er ikki møguligt at trýsta á pausu, tí lítla barnið er svangt sjálvt um mamman er troytt.

So hendan fyrsta vikan hevur verið sum ein endaleysur rusjibani, við teimum villastu svingunum. Tær góðu løturnar eru sooo fantastiskar og man gerst sooo glaður at síggja sítt fitta barn trívast. Tað einasta tíðspunktið, har sorgin tekur yvir eru løturnar, tá ið eg ikki megni at røkka til. Tá man kennir seg hjálparsleysa, og man setur spurnartekin við síni egnu evnir sum mamma.

Men fyri hvønn dag sum gongur gerist eg enn betur við hana, og fyri hvønn dag, læri eg hana betur at kenna. Hetta uggar meg og sannførir meg um, at alt fer at gerast betur, sum tíðin gongur. Møguliga seta vit bara ov stór krøv til okkum sjálvar, og hava vit kanska torført at skilja burtur ímillum tað fornuftiga og kensluliga, tá allar hormonirnar seta til. Amming krevur áhaldni, dirvi og orku. Hetta er tað eg stríðist við, og sum drenar min kropp og mína sál. Til alla lukku eru vit báðar vælsignaðar við heimsins besta pápa og manni, sum heldur øllum uppi. Hvat er tað ikki fantastiskt? Tað besta við at verða blivin mamma, er at vit hava skapa hetta menniskjað saman og at vit hvønn dag stríðast fyri at gera okkara allar besta, fyri at hon skal fáa tí bestu tilveruna. Eg hevði ongantíð klára hetta einsamøll, men saman, sum ein lítil nýggj familja, skulu vit nokk koma ígjøgnum hetta.

Allir dagar eru sunnudagar og tað takka vit øll trý ja til, restina av árinum. Vit verða nemliga bæði í barnsburarfarloyvi alt 2018, juhuuuu!

M&K

Skriv et svar