Babybloggur – (Takk fyri góð ráð) Vognurin er keyptur!

Tað eydnaðist!

Túsund takk fyri allar fittu viðmerkingarnar og góður ráðini. Sum eg eisini hevði fatan av áðrenn, so eru ynskini sera ymisk, og royndirnar við hesum ymsu vognunum eisini sera fjølbroyttar. Best man nokk verða, at taka tey ráðini man fær, og so sjálvur meta um, hvat hóskar seg best til sín. Tað er í hvørt fall tað, ið eg havi valt at gjørt.

Tað bleiv vognurin, sum eg av fyrstan tíð forelskaði meg í. Ein ljósareyður/kremlitaður frá Silver Cross. Eg kláraði sympulten ikki at fáa hann úr høvdinum og til alla lukku, var eg so heppin at finna hann á einari endurnýtslu app. Tað var ein fitt dama úr Keypmannahvan sum seldi hendan vakra vognin. Eg kalli hana “Gucci daman”.. tí hetta er ein vælhavandi frøkun, ið bara eigur merkivørur, og tískil eisini sjálvandi hevði tveiiir vognar, og av tí sama ikki hevur brúkt hendan nakað serligt. Hon metti at hava brúkt hann áleið 10-15 ferðir. Fantastiskt fyri okkum og hon var so fitt og hjálpsom at keypa frá.

Er hann ikki elskuligur???

Sum sagt, var vognurin aaaalt ov dýrur hjá okkum at keypa nýggjur. Hann kostaði nemliga 15.000 kr, so tað kom ikki uppá tal. Men vit sluppu at keypa hann frá henni fyri undir 5000 kr, so tað haldi eg var eitt ordans kup!

Sigurd stakkalin, mátti ferðast við vogninum frá Keypmannahavn til Aarhus. (Haha.. so kundi hann venja seg eitt sindur). Og jaaaa so hugsa tit “hvat sigur hann til ein so didduligan vogn?!”. Eg hevði faktiskt eitt sindur ringa samvitsku, yvir at eg ynskti mær ein soooo didduligan vogn. Hann var ikki so glaður fyri litin, men so hin vegin.. hann veit hvussu eg eri, og veit hvussu glað eg verði fyri tílíkt, so tað kravdi ikki sooo nógva yvirtaling. Fittari skal man leita leingi eftir.. (ja bæði manni og vogni)

Men altso, eri eg ør at velja ein tíllíkan vogn? mínir tankar eru.. hví skal man velja tað sama sum hini, um man veruliga dámar okkurt annað betur? Ja, kanska ein svartur vognur er túsund ferðir lættari at halda penan, og ein størri vognur kann brúkast longur osf. Í síðsta enda, so ger tað onki um onkur heldur meg verða øra, og fjasuta at velja ein so didduligan vogn. So leingi húsarhaldið er á bylgjulongd, so er fínt.

Eg eri nakað sooo glað fyri vognin og hann sær soo gott út! Har eru nøkur fá brúksmerkir á, men tað er heilt okey við mær, tá eg spardi 10.000 kr!! Hetta er ein kombivognur, so hann er nokk so lítil, men kann gerast til ein koyristól, sum síðan kann brúkast leingi. Har er ein lekkur koyriposi við, puslitaska, regnslag og flugunet (og ein fløskutaska/fløskuvermari?). So nú skuldu vit verði klár ha?

Eg gleði meg sum eitt smábarn, at sleppa út at trilla við honum og vanti at lítla goggan hjá okkum fer at stórtrívast í honum.

M&K

Skriv et svar