BabyBloggur – Triðja trimestur og tolsemi

Nú er langt síðani eg havi givið tykkum eina dagføring, av hvussu tað gongur við graviditetinum. Hvar skal eg byrja?

Mær hevur ongantíð dámað russjibanar.. Fyri meg kennist tað ikki væl, at ikki verða tilvitað um hvat er í væntu, hvar og nær hetta tíðarskeiðið endar og hvussu hendan kenslan skal handfarast. Hetta er ein góð lýsing av hvussu triðja trimestur hevur kenst fyri meg.

Eg havi verið so forvirrað um allar broytingarnar í kroppinum og um hvussu lívið fer at verða aftaná hon er komin út. Hvussu fari eg at verða sum mamma? Fari eg at duga? Fer nýggi leikluturin at broyta hvussu eg fari at verða sum kona? Hvat fer hetta at gera við parlagið? Jaa… nokk spurningar, ið nógvar komandi mammur sita við. Nýggja verðin, sum vit skjótt fara at stíða inn í, er ókend. Men ókent er ikki altíð ringt. Tað kann verða torført at góðtaka, áðrenn tú ert komin har til, men tað kann verða nakað so fantastiskt, tá hurðin so endiliga verður latin upp.

Nakrar dagar eri eg bara ørkymlað, tung og kedd. Aðrar dagar eri eg full av orku, gleði og móti. Ja, hetta er kanska vanligt? Vanligt ella ei, so er hetta nakað ið eg havi sera torført við at góðtaka, men samstundis kenni eg meg ráðaleysa, tí eg havi ringt við at stýra tí. So ja, russjibanin koyrir sítt egna res, og eg má bara fylgja við og royna at verða so positiv eg kann.

Skal eg leggja fokus á tað góða, so er nógv jaligt at hála fram. Eg havi sum so ikki havt nakra pínu og havi sum heild verið sera væl fyri. Hetta havi eg sikkurt tikið fyri givið, tí eg ikki havi roynt tað mótsætta. Annars havi eg roynt at hildið meg í gongd við ymiskum kreativum verkætlaðum, so sum at gjørt seingjarhimmal, seingjarrond, hekla bamsur og annað. Hetta hevur verið stuttligt, og endiliga er seymimaskinan tikin ordiliga í brúk. Teir dagarnir eg havi tikið meg saman til hesi tingini, hava verið teir allar bestu, so tað vil eg heilt sikkurt viðmæla øðrum til. Man skal bara koma í gongd, og so er tað so hugnaligt. Eisini so stuttligt at hava heimagjørd ting til lítla barnið.

Bíðitíðin er snøkt sagt ikki til at halda út og samstundis er tankin um at vita tað nágreiniliga tíðspunktið so skrekkjandi. So ja, tað er ikki lætt at gera meg nøgda ha? Eg eri jú so spent, bangin og nervøs. Alt í senn. Men nú má eg siga, at eg eri komin har til, at spenningurin fyllir mest, og at eg meira enn nakað, bara ynski at fáa hana út. Nú eru vit so klár sum vit verða. Taskurnar til sjúkrahús-vitjanina eru pakkaðar, bommini og sjokulátan til mannin at hava við liggur eisini klárt, og alt tað vit nú fara at hava tørv á, tá vit fáa hana heim við stendur og bíðar.

So nú fari eg at gera mítt allar allar besta, at royna at njóta hesar síðstu dagarnar við barn.

M&K

Skriv et svar