BabyBloggur – Uppaling! “Ja bíða tú bara…”

Ja hvussu er við uppaling og hvussu nógv av tí kunnu vit fyrireika okkum uppá aðrenn barnið kemur?

Sum flest onnur, so havi eisini sjálvandi gjørt mær tankar, um hvussu okkara barn nú man fara at verða og hvussu nógva ávirkan vit hava á tað. Nøkur trúgva at tað einans er umhvørvið, tvs foreldur og onnur ið barnið umgongst, sum á ein hátt forma barnið. Hinvegin eru onnur ið trúgva at tað einans er okkara arvaeind, tvs í hesum førum vildi uppaling slett ikki verði til nakra nyttu, tí her trýr man ikki at barnið kann formast. Flest munnu hugsa at tað er ein blanding av bæði umhvørvi og arvaeindini, soleiðis at mátin vit uppala okkara børn, faktiskt hevur ein alsamt stóran týdning.

Eg man neyvan verða tann einasta, ið hevur hugsað “Okkara barn skal ikki gera soleiðis og soleiðis, og vit fara ikki at loyva tí hesum og hasum.” og í flestu førum er aftursvarið frá mammum, sum óiva vita betur “Bíða tú bara…”. Og ja, tær hava sikkurt rætt. Eg plagi at hugsa, at tá eg ikki ein gongd klári at hava eitt gott disiplin við mær sjálvari, hví skuldi eg so klára tað við einum barni? Men jú, vit ynskja jú øll at gera alt tað rætta og onkursvegna, ímyndar man sær at man fer at hava orku til alt hetta, tá vælsignaða barnið fer at koma út.

Eins spennandi tað er at vita hvat fyri barn man fer at fáa, er tað eisini sera áhugavert at vita hvat fyri foreldur man fer at verða. Áhhh.. eg eri so bangin fyri at eg verði ein hønumammu, sum bara fer at fjálga og verja barnið ov nógv. For lidt og for meget ha? Tað er ein bók, ið eg ætli mær at lesa. Hon eitur “kærlighed er ikke nok” og er skrivað av Sofie Munster. Hon snýr seg um, at børn hava tørv á meira enn bara kærleika og umsorgan. Børn hava eisini tørv á at hava fastar rammur, at verða tikin við í ymiskar uppgávur, læra hvat er rætt og skeift, ja at verða uppald osf. Eg veit ikki um hetta kanska er eitt skot eftir foreldrum í dag, sum verða kallað “curling foreldur”. Foreldrini gera tað jú í bestu meining, tá tey tjúkkla um teirra børn. Men í síðsta enda, er hetta kanska ikki tað, ið klæðir barnið best í til veruleikan tá tey gerast vaksin.

Nakað heilt annað, sum er broytt sera nógv síðani eg sjálv var barn, er at internetið er komið. Ikki tí, sjálvt um onki internet var, so hugdi eg sera nógv í ein stóran skerm, sum eisini tá var í stovuni. Munurin var eisini, at tá var tað rættiliga avmarkað við hvørjum eg hevði møguleika at hyggja eftir.. Hetta leiðir meg til næsta evni.

Tað sum eg haldi verða allar mest ræðandi við uppalingini í dag, er ipad tvístøðan. Vit hava ongantíð átt ein ipad og hava heldur ongan hug at eiga ein. Men hví eri eg bangin fyri at hann uppá eitt ella annað tíðspunkt, eisini fer at koma krúpandi inn í okkara heim? Eg kenni meg sum eina burturoldaða ommu, sum slett ikki veit hvat nútímans barnið hevur tørv á. Brúka øll børn ipad og um ikki, missur barnið so ein tíðandi leiklut av uppalingini, sum hoyrir til 2018? Ipadurin er ikki bara lort, men verður hann ofta brúktur til tað góða ískoyti ella er tað bara til at skifta ímillum ymisk video á youtube og øðrum pallum? Loysnin liggur nokk í, at um ein velur at hava ipad til børnini, so má ein duga at seta mørk, so tað ikki endur í ovurnýtslu. Eg veit sjálv hvussu skjótt man knappliga situr og skrollar í ein tíma her og ein der, uttan at hava fingið nakað sum helst burturúr. Tað er hvørki sunt fyri okkum vaksnu, men munurin er nokk at vit eru greið yvir hvussu ósunt tað er, men tað eru tey smáu børnini ikki.

Ihhhh… eg fari sikkurt at fáa nógvar viðmerkingar, tá fólk fara at síggja ipadin liggjandi heima hjá okkum. Haha.. Bíða bara!

Hava tit kanska nøkur góð ráð, til hvussu man best kann lofta hesari uppgávuni?

M&K

Skriv et svar