Banankøka við karamel og ostakremi

Altso her kunnu vit næstan byrja við at siga HALLELUJA!!

Skalt tú gera okkurt lekkurt til vikuskiftið? So er hendan løtt og lekkur.

  

Hendan samansetingin er soo lekkur! Og veist tú hvat? hendan kakan kann halda sær í fleiri dagar. Hon blívur næstan bara betur og betur. So skalt tú hava kaku við til arbeiðsplássið ella hevur tú skund til føðingardagin, so kann botnurin saktans gerast upp til tveir dagar frammanundan, og síðani kann kremið koyrast á beint áðrenn. Hetta er sovrigt sum okkum dámar ha?

Tilfar:

til køkuna

5 egg

250 sukur

4 tsk vaniljusukur

220 g mjøl

3 tsk bakipulvur

160 g smør

4 bananir

omaná

200 g rómaost

200 g smør

150 g flormelis

Karamell (ger títt egna karamel soleiðis HER)

Arbeiðsháttur

Set ovnin á 200 stig.

Píska egg, sukur og vaniljusukur til tað fær ein luftigan konsistens. Koyr síðani mjøl, bakipulvur og smeltað smør í sukurblandið. Til seinast rørir tú mosaðu bananirnar í blandið og síðani er klárt at koyra í bakiformin. Hetta er ein so mikið stór  portión, at um tú ynskir eina tunna køku, so kanst tú koyra deiggið í eina klædda bakiplátu. Um tú heldur ynskir hana at verða eitt sindur hægri, koyrir tú deiggið í ein minni bakiform.

Baka køkuna mitt í ovninum í 15-18 minuttir um tú velur eina tunna køku og 20+ min um tú gert hana tjykkri. Sting ein knív niður í miðjuni, og tá hann kemur upp aftur uttan deiggj á, er køkan bakað.

Lat hana køla heilt áðrenn tú byrjar at pynta hana.

Ger nøkur hol ymsa staðni í køkuna og sproyta karamell niður í holini. (hetta er eitt lekkurt yvirraskilsi at fáa, tá tú býtur í eitt stykki.

Til ostakremið pískar tú alt tilfarið saman og smakkar til við nøkrum spísiskeiðum av karamelli. Síðani sproytar tú tað omanyvir køkuna og síðani eitt sindur av karamelli omanyvir eisini.

Juhuuu! so var liðugt og hendan lekkra køkan er klár at eta!

Mums Mums!

Vælgagnist.

M&K

Skriv et svar