Banoffe Pie – Ala Gómagott

Tað veit den. Nakað sum eg havi glett meg at koma heim til, er at vitja Gómagott.

Í síðstu viku hevði eg endiliga tíð, til at steðga í teirra hugnaliga høli mitt í Havnini. Wauuuw Wauuuw! Eg fekk snøkt sagt hug at flyta inn har. Tað er júst sum at verða í einari hugnaligari cafe í París ella London! Tað er tíð uppá at vit fingu hetta heim til Føroyar. Har er lítið pláss, men tað ger tað kanska enn meira fínt. Har er ljóst og vakurt inni, við pastell litum og teimum lekkrastu køkunum.

Har er ikki dýrari enn nógva aðra staðni, men eg havi tó ikki ráð at eta frá teimum hvønn dag. Tískil fór eg beint heim at endurskapa tað lekkra køkustykki eg fekk frá teimum hendan dagin. Køkan eitur Banoffee Pie og smakkar fantastiskt!

Køkan er faktiskt einføld at leggja saman, so her kunnu øll verða við.

Tilfar:

250 g digestive keks

100 g smør

3 bananir

1 dós av karamel HER

3,5 dl róma

Rivna sjokulátu

Arbeiðsháttur:

Botnin gert tú líka sum við cheesecake.

Knúsa keksirnar í einum posa og koyr tær i eina grýtu saman við smeltaða smørinum.

Legg keksablandið í ein springform við einum ummáli á 20 cm. Ger kantin eitt sindur hægri enn miðjuna.

Tú kanst velja um tú blandar eitt sindur av róma uppí karamellið (tað dámar mær betur), ella um tú brúkar tað sum tað er. Legg eitt fitt lag omanyvir keksabotnin.

Sker bananirnar í skivar og legg eitt dupult lag omanyvir karamellið.

Píska síðani róman, koyr hann omanyvir og stroy rivnu sjokulátuna ovast.

So lætt var tað!!

Køkan kann stillast í køliskápið í eina løtu, áðrenn springformurin verður tikin av.

Hendan er góð til bindiklubban, føðingardagin og øll onnur høvi, har søta tonnin skal forkelast.

Vælgagnist!

M&K

Skriv et svar