Bara mennirnir sum forkela á Valentine?

Valentines Day er nakrar dagar burturi og trýstið at vera romantiskur liggur á monnunum. Stakkals menn! Er menn yvirhøvur romantiskir? Eg trúgvi, at fyri nógvar menn, so liggur hendan síðan so langt vekk, at teir eru í døpurhuga, tá tað kemur til at finna uppá hvat teir skulu gera. Lat okkum bara sláa eitt fast beinan veg. Valentines Day er til frama fyri kvinnuna. Hetta skal eitast at verða ein dagur við fokus uppá kærleika og at vísa hvørjum øðrum at man er góður við hvønn annan osf. Men altso, hvat fær mannfólkið burturúr? (útyvir at tjena 20 stig um hann ger okkurt, ella tapa 200 stig um hann ikki ger nakað). So mannfólki skal finna uppá okkurt sum daman verður glað fyri. Men vit kvinnur og menn eru so ófatuliga ymisk og nógv av okkum hava tendens til at gera okkurt fyri hin, sum vit høvdu ynskt bleiv gjørt fyri okkum sjálvum. Og hvussu hundan skal eitt mannfólk vita hvat kvinnan í 2017 vil hava? Tað eru túsund møguleikar.

Eg ímyndi mær at hetta er sum, um vit kvinnur skuldu skipa fyri einum uber mannfólka degi fyri sjeikinum. Tað vildi verði nakað tað sama. Eg dugi hvussu er at siga beinan veg, at fyri meg hevði tað verið torført. Og ikki nokk við tí. Eg hevði eisini skula verið við til hetta, sum eg nokk slett ikki helt verða serliga áhugavert. Og so aftur útyvir tað, hevði eg skula vita at makin hjá mær og vinmennirnir fóru at sita í umklæðingarúminum og snakka um hvat damurnar høvdu funnið uppá hendan vælsignaða dag. Áhh harra gud! Bara tankin..

Hetta rákið vindur bara meira og meira uppá seg. Blómurnar verða enntá settar upp í prís júst hendan dagin. TAÐ er langt úti. Áhh tann forstýraða verð. Men ja nú vit stremba eftir at tað skal verða líkarættindini, so burdi tað kanska eisini verið tikið atlit, til tað á tí romantiska frontinum. Tað kann nemliga líka so væl verða kvinnan, sum ger okkurt serligt fyri mannin á Valentine. (so hava vit eisini sjálvar kontrol, tað plagar okkum at dáma so væl).

Hetta var bara ein lítil hugleiðing fyri at seta vantanirnar vit hava til mannfólkini í perspektiv. Mær dámar væl eitt romantiskt kvøld, men Valentines Day í ár verður ikki eitt av teimum, tí sjeikurin er uttanlands. (hann dugur at sleppa sær undan).

M&K

Skriv et svar