Ben’s (allar bestu) Cookies

BEN’S COOKIES

Hetta var fyrsta uppskriftin er legði út á SukurSøtt og trúgv mær, hóast uppskriftin skjótt er ára gomul, so er hon enn júst líka góð.

IMG_8139

Tá vit vóru í London í januar mánaða, rendu vit okkum í hesar cookies, sum kallast Ben’s Cookies. Aldrin hevði eg áður smakkað nakrar ið vóru soooo góðar! Tær eru yvirdrivið ósunnar, og smakka tí heilt ófatuliga væl! Tá vit komu heim, bleiv eg við at hugsa um hesar køkurnar, áhh sum mær longdist! So eg fór beint á netið at leita, og haps eg fann eina uppskrift. Hana vil eg so deila við tykkum í dag. Hesar cookies eru sera lættar at gera, so tað er bara at leypa út í tað.

Eg hevði eina so fitta vinkonu á vitjan í vikuskiftinum, so hetta var ein góður umskyldningur fyri at fara at baka hesar lekkru cookies. So ein tøkk til Mariu, fyri góða hjálp og myndir!

Uppskrift uppá umleið 15 cookies

275g Mjøl
200g Smør
50g Kakao pulvur
300g Sukur
1 egg
200g Ljós sjokuláta
200g Hvít sjokuláta

IMG_8110

Arbeiðsháttur

Set ovnin á 200 stig.

Tann ljósa og hvíta sjokulátan skal skerast í smá pettir, men lat 15 størri puntar verða eftir, tí teir skulu koyrast í miðjuna av hvørjari cookie, áðrenn tær fara í ovnin.

Píska sukurið og smørið saman og koyr síðani eggið í, og pískar aftur. So verður kakao pulvurið og mjølið sílað í, og so pískar tú tað væl saman. Koyr síðani teir smáu sjokuláta puntarnar í, og rør saman við einari sleiv.

Deiggið er sera bleytt og svansut, so tað kann verða ringt at arbeiða við. Rulla tað í umleið 15 bóltar (ella forma 15 “bóltar” á plátuna við skeið). Síðani trýstur tú ein stóran sjokuláta punt í miðjuna á hvørjari cookie, og dekka so yvir aftur við deiggi.

Stilla plátuna mitt í ovnin, og baka í 8 minuttir (tær kunnu bakast longri. Jú longur tú bakar, jú harðari blíva tær) Tá tú tekur plátuna út, skulu tínar cookies vera eitt lítið sindur harðar um kantin, men bleytar á miðjuni. Tú fert kanska at halda at tær hava fingið ov lítið, men tær skulu kølna í einar 15 minuttir, og síðani eru tær klárar at eta. Sjokulátan í miðjuni skal nemliga verða bleyt.

 IMG_8142

 Hetta er uttan iva okkara yndis dessert, fyri tíðina. Tú verður neyvan skuffað, men kanska eg skal heilsa og siga, at líkt er til at tú fert at kenna trongd, til at endurtaka succes’ina.

BONUS INFO – Um tú fært tær eina cookie dagin eftir, hon er bakað, so koyr hana í microovnin í 10 sekund, so er hon júst sum nýbakað!

Vælgagnist!

M&K

Skriv et svar