Besta jólagávan – Eg gleði meg!

Besta jólagávan í ár var frá mínari betru helvt. Nokk tí at hann kennir meg allar best, og veit júst hvat eg verði allar gleðast fyri. Eg haldi kanska at mín bygdasligi nørdasjeikur er hálvgun romantiskur. Hesuferð hevði hann í hvussu er fatur í rætta endanum og tók meg fullkomiliga á bóli.

Vit hildu ikki jólaaftan saman, (tað er mær fortalt, at tað ger man ikki fyrr enn man hevur børn saman). So vit góvu hvørjum øðrum gávurnar kvøldið fyri jólaaftan. Lítla jólaaftan, sum man kallar tað. Faktiskt legði hann sjálvur gávurnar undir træið hjá okkum, tí hann veit hvussu forvitin eg eri. So tá sá eg slett ikki gávurnar.

Seinni tað kvøldið tá eg hevði pakkað seinastu gávurnar inn, og skuldi leggja tær undir træið, kundi eg ikki lata verða við at lúra eitt sindur. (Ja, eg eri enn sum tey smáu). Men hvat tá? so leingi eg bara hyggi (og føli). Tað vóru tríggjar gávur og eg fekk at vita at tað var nummar á teimum, tí tær skuldu latast upp í ávísari rekkjufylgju. Ikki hissini, reglur at fylgja og tað heila.

Náhh, langt um ein leingi kom løtan har vit settu okkum við jólatræið og skuldu pakka gávurnar upp. Hetta árið vóru vit so fá. Bara vaksin, men har vóru nokk av gávum. Aftaná eina løtu kom fyrsta gávan av trimum í rekkjuni. Um eg var spent!! Men hvat? Tað var ein uppvaskibust… Vit stóðu øll sum kánus og skilti einki av hesum. Eg hevði enntá fingið at vita at tann fyrsta gávan hevði stórsta boðskapin. Haha..

So gekk ein løta og næsta gávan av trimum kom. Nú byrjaði at líkjast! Í hesari gávuni var ein bók um París! Tá visti eg hvat klokkan hevði sligið og eg gitti eisini rætt, hvat var í triðju gávuni.

“We’re going to Paris!”

9069554017c34eae14a3ea14cddd789f

Og ja tað fara vit. Bilettirnar eru bílagdar og vit fara á eina kærleiksferð til París í páskaferiuni. Altso, sum eg gleði meg. Eg havi verið í París fyrr, men tað var í so fáar dagar at eg líka síðani havi ynskt meg aftur har til. París er ein fantastiskur býur. Har er so vakurt og býurin hevur okkurt heilt serligt huglag yvir sær.

Útyvir hesa gávuna, vóru eisini nógvar aðrar sum eg eri so óendaliga takksom fyri. Vit eru so reyvforkelaði! Tað er heilt galið.. Tað er vert at hugsa um, tá vit grenja um alt vit mangla og ynskja okkum. So sjálvt um eg eri júst líka glað fyri allar gávurnar, so fylgir ein longri gleði við hesari gávuni, tí at eg faktiskt ikki “upplivi” gávuna fyrr enn um 3 mánaðir. Ihh sum eg gleði meg. Í hesum stressutu tíðunum er onki so deiligt, sum at seta tíð av til at verða til staðar við viðkomandi tú ert allar best við.

P.S. boðskapurin í uppvaskibustini var “kvinde kend din plads!”. Haha… so eg veit ikki hvussu romantiskur hann sjálvur er hóast alt.

Hvørjar jólagávur ella gávur sum heild gerst tú gleðast fyri?

M&K

Skriv et svar