“Heldur vera tjúkk og sjarmerandi, enn kløn og irriterandi”

body type

Árid runt, ganga vit og hugsa um at halda linjuna. Og um vit so eina løtu ikki hugsa um tad, so verða vit bombaðar við tí á netinum, frá vinkonum, familju osf. Fyri mær tykist tað næstan sum tað bara blívur verri og verri vid hesum slankikur halløjnum.

Lat sum um tú júst hevur tapt 10 kg! Byttisligt? Kanska.. Men vit kenna øll til kensluna, tá man júst hevur tapt nøkur kilo. Omg man følir seg væl! Brádliga kann man fara í ALT! altso aaalt! Uhh tad er tann besta kenslan! Eg komi aftur til hetta..

Fyri mítt vidkomandi er hetta ein dagligur dystur, og sum eg plagi at siga.. Eg tapi hvønn dag! (men ikki kilo). Men hví vilja vit tapa okkum? Halda vit veruliga at hetta fer at broyta nakað? Fer hatta at gera okkum nógv glaðari? ella hvat er tað? Er tad fyri okkara egnu skyld? ella fyri at onnur skulu dáma okkum? Er tad fyri at vit sjálvar skulu dáma okkum?

Onkrar dagar haldi eg at lívið er for stutt, til ikki at hava tann kroppin/heilsuna eg ynski. Onkrar dagar, haldi eg at lívið er ov stutt, til at brúka orku til at stríðast ímóti, søtu freistingunum.

Eg havi roynt at hugsa um, hvussu nógv uppmerksemi eg gevi mínum tankum um mín kropp. Eg eri komin framm til, at tad er aaalt ov nógv. Eg trúgvi, at tá tad stendur ringast til, hugsi eg um tad, einar tjúgu ferir um dagin. Hann nádi tú meg .. Langt úti, um eg skal siga tad sjálv. Høvdu tað so verid gódir, upplyftandi tankar.. Nei, sum flestu kvinnur, so er tad bara neilig og uppslítandi orð.

Hetta er nakað sum eg og tú mugu blíva betur til. Og eitt annað eg eisini hugsi um hvønn dag, er at lívid í hvussu er, er ov stutt, til at leggja dent á tad neiliga í lívinum. Sooo…

Eg havi funnið útav einum ið hjálpur! 🙂 Teir dagarnar eg føli meg sum ein tjúkkibolla, lati eg sum um eg júst havi tapt meg 10 kilo! og tad riggar 😀 Tad er jú tad sálarliga sum órógvar okkum. Tad er ikki tad vit síggja, sum er galid vid. Niks! Tad er tad vit hugsa. So vid hesum tankum, hjálpur tad mær, at føla meg betur.

Eitt annad id hjálpur, er at síggja adrar kvinnur, vid formum, útstrála sjálvsikkurheit og gledi. Eg elski at síggja video klipp, av kvinnum id tosa um kropsáskoðan. Og tá eg síggi hesi video, haldi eg tær vera sooo kul! Vit síggja bara alt ov lítið til tær, tí ongin av okkum torir at stilla okkum framm og vísa tann “vanliga” kroppin.

Á mínum bloggi, er hvussu er rúm til allar kvinnur. Stuttar og langar, breiðar og smalar. “Heldur vera tjúkk og sjarmerandi, enn kløn og irriterandi” 😉

M&K

One comment

Skriv et svar