Bindigleði – Hjørtu til okkara hjarta

So kom ein troyggja afturat av stokkunum. Tað gongur jú við rúkandi fer, tá plaggið er til eina lítla gellu. Hesuferð fyrireikaði eg meg eitt sindur meira enn seinast, tí nú skuldi eitt mynstur í. Hetta fitta hjarta mynstrið, er tó lætt at binda og hóskaði seg væl til.

Eg gjørdi aftur sum seinast, at eg kastaði 100 eygu á bulin og 30 eygu á ermurnar. Men hesuferð brúkti eg stokk 2,5 og tógvið var tveytráa. Tískil bleiv hendan so deiliga lítil.

Eg fann aftur eina tógvarest av hvítum tógvi, og brúkti síðani ljósareytt tógv frá Navia og gulltógvið er frá søstrene grene.

Hendan troyggjan var so hugnalig at binda, og sum ikki einaferð fann eg knappliga uppá at koyra eitt sindur av gulllitaðum tógvi saman við. Hetta pyntar so væl og gjørdi heilt sikkurt troyggjuna eina tonn fittari.

Húgvan tók eisini sera stutta tíð, men eg ivist í um eg havi gjørt hana ov lítla. Nú fáa vit at síggja. Ætlanin er eisini at húgvan antin skal fáa ein heimgjørdan ponpon ella ein keyptan. Tað er so fitt.

 

Hava tit okkurt fitt mynstur til barnatroyggjur? So eru tit vælkomnar at senda tað til mín.

M&K

Skriv et svar