Bindigleði – Lítla gogga verður ikki køld..

Eitt tað besta við at verða í barnsburðarfarloyvi, er at hava tíð til alt tað kreativa. Eg veit ikki nær, eg seinast havi givið mær stundir at sitið og bundið, broderað og vovið í tímar á rað.

Eg verða kreativ og skapa, gevur mær sálarfrið. Ja, tað ljóðar kanska djúpt, men hetta er tað, tað handaliga megnar fyri meg. Og so fær man altíð okkurt úrslit burturúr, og hetta er ekstremt nøktandi.

At at lítið barn nú er áveg, hevur opnað nógvar nýggjar hurðar, og havi eg meira enn nakrantíð hug at skapa. Tað er nemliga so nógv fitt, ein kann gera til komandi barnið. Eg kann jú ikki blíva við at binda hesar troyggjurnar ha? Men hetta var tann síðsta, ið kom av stokkunum. Eg mangli líka at seta eitthvørt band ella lás í hálsin, so er hon klár. Hesuferð valdi eg eisini at gera eitt fitt hárband til. Sum vanligt, bant eg eftir hugflogi, men hesuferð var tað ikki so torført, tá onki mynstur var í.

Tógvið keypti eg í Berglon, og havi koyrt mohair saman við, so hon er ordiliga mjúk. Ja, hendan lítla goggan hjá okkum, verður so avgjørt ikki køld.

M&K

Skriv et svar