Bláberjamuffur við marcipan og hvítari sjokulátu

Bláberjamuffur við marcipan og hvítari sjokulátu

IMG_1181

Nú varð tað mín túrur, at hava køku við til mínar fittu floksfelagar. Tá skal tað helst verða okkurt, sum er lætt at hava við sær. Muffir eru lættar at gera, og man kann finna óendaligar uppskriftir uppá hesar lekkru smáu køkur. Í dag vældi eg at gera hesar bláberjamuffurnar, sum hava ein lekkran konsistens og smakka deiliga søtt men eisini frískligt.

TilIMG_1169far

150 g sukur

2 egg

160 g mjøl

1,5 tsk. vaniljusukur

1 tsk. bakipulvur

0,75 dl mjólk

130 g smør

100 g bláber

120 g marcipan

50 g hvít sjokuláta

IMG_1138

IMG_1146

Arbeiðsháttur

Set ovnin á 175 stig.

Píska egg og sukur saman. Koyr síðani alt tað turra tilfarið í, og píska deiggið væl saman. Íblanda smeltaða smørið og mjólkina. Rív nú marcipanið og hvítu sjokulátuna og rør tað í. Vend bláberini í mjøl, áðrenn tú koyrir tey í deiggið, soleiðis at tey ikki enda í botninum, tá muffurnar verða bakaðar. Koyr síðani deiggið í 12 muffuformar og baka mitt í ovninum í 20 minuttir.

IMG_1147

IMG_1159

Vælgagnist!

M&K

IMG_1176

 

Skriv et svar