Black Friday.. “Tú sparir jú so nógv, at tú einki hevur brúkt”

Eg alvorliga testi meg sjálva í dag. Eg havi avgjørt at eg ikki sleppi á Black Friday ! Eg havi simpulten keypt alt for nógv hendan mánaðin, so nú er vell. So kann eg læra tað.

Sum støðan er nú, gongur tað fínt, sjálvt eg longu havi skrollað eftir nógvum tilboðum á telefonini. Men samstundis er tað stuttligt at lata vera við at fara, tí hetta fekk meg at hugsa um hvussu langt úti tað er at shoppa. Ja eg fái eitt ordans kick av tí, men altso harra gud, hvat skal eg gera við alt? Soo í staðin havi eg gjørt alt annað og millum annað skrivaði eg hesa fjákutu yrkingina, meðan eg flenti eftir hvussu tætt at veruleikanum hon er. Kennir tú teg aftur??

shopaholic

BLACK FRIDAY er ikki fyri særtar sálir!

Black friday, Black friday
ert tú aftur her?
Tú veist eg eri shopaholic
Ikki ger fortreð

Tú lokkar og lokkar
og eg gerist blind.
Mær manglar jú so nógv,
áhh helle tað er synd.

Tilboð her, tilboð der
og øll vilja selja
Mac ella kitchenAid,
hvat skal eg velja?

Tað vit billa okkum inn,
er so sanniliga sjúkt:
“Tú sparir jú so nógv,
at tú einki hevur brúkt”.

Black friday, Black friday
Skrubba nú av
Eg má heldur steingja hurðina
og siga tær farvæl.

Áhh nei, Black Friday er eisini á netinum 🙈 Frata..

M&K

Skriv et svar