Break Up In A Small Town

Eg fái ikki hendan sangin úr høvdinum!! Eg rendi meg í handan sangin í dag, tá eg lá og gjørdi búkøvilsir í fitnessworld. (Heldugt at eg líka kundi tveita handan setningin inn ímillum her haha…).

Sangurin fekk meg at hugsa um, hvussu tað er í Føroyum, tá tvey enda eitt forhold. Nadoy eina tíð aftaná, so er eks sjeikurin saman við vinkonuni frá fólkaskúlanum, ella hinari sum tú plagdi at spæla hondbólt við seinasta kappingarár. Typiskt ha? Man kann bara flenna eftir tí, tá man ikki sjálvur er í støðuni. Men Føroyar eru so lítlar, at hvussu man vendur og dreyar tí, so kennir man onkursvegna, viðkomandi, sum ekssjeikurin nú heldur saman við. Irriterandi? JA! Nakað vit hava tamarhald á? NEI!

I knew I’d see her around
I’d be at some party, she’d show up and I’d be walking out
Or across some parking lot hiding behind her sister
I’d look up, she’d be at the red light beside me

Man fangar seg sjálvan at hugsa: “Noyy, hann hevði ikki gjørt tað ímóti mær”! og eg kundi sjalvandi ikki funnið uppá at fari saman við onkrum, sum hann kennir. Meeeen, tað mótsætta má verða hent fleiri ferir, eftir hondini.

But I’d never thought that…
…she would get down with somebody I know
I guess that’s just how it goes
When you break up in a small town
I see our friends and they put on a show
Like they don’t want me to know
So they give me the go-around

Men hvat? Tað er farið ha? Tað ofta fregast at hyggja framm eftir, og taka tað jaliga við sum forholdið gav. Og kanska tín gamla vinkona, er júst tann rætta fyri tín ekssjeik? Tað hevði verið super, tí hann var so ikki tann rætti fyri teg.

And I wanna jump out
I wanna fight
I wanna say, “… that guy!” but I can’t
It’s my fault, I let her go
I never thought that…

At enda.. Útyvir at teksturin í hesum sanginum er fangandi, so syngur hann uppá ein máta, at brádliga snakkar hann! Tað er, eftir mínari meining, super áhugavert, øðrvísi og fangandi at lurta eftir. Sooo far og lurta eftir SAM HUNT – Break Up In A Small Town, og kenn teg aftur í meira enn einum setningi av tekstinum. 😉

M&K

 

Skriv et svar