Brendar mandlur hoyra jólunum til

Tað var ikki fyrr enn eg flutti til Danmarkar at eg royndi brendar mandlur. Eg veit ikki  um hetta góðgætið er so væl umtókt í føroyum. Hetta er hvussu er ikki nakað vit hava etið heima hjá okkum við Norðskála. Men eg fari heilt sikkurt at gera tær tá eg komi heim.

Mandlur smakka væl uttan nakað afturvið, men á jólum blívur alt eitt sindur søtari, og tað dáma SukurSøtt og eg so sera væl!

 img_9079

Nú eg gangi og mali í býnum ella tá eg eri til arbeiðis mitt á gongugøtuni, kemur hesin angandi lukturin ferðandi framvið. Á hvørjum hjørni stendur onkur og selur hesar leskiligu sukurbitarnar og eg mungi og mungi.

Onkran dag havi eg keypt mær ein posa heim við, men hann verður skjótt uppi. So nú fekk eg hug at royna at gera mínar egnu. Man hevur einans brúk fyri mandlum, vatn og sukri fyri at røkka hesum vælsmakkandi úrslitinum. Tað er so hugnaligt at verða heima og baka í vikuskiftinum. Hvussu er fyri meg, tí tá slappi eg av.

img_9080

Tað tekur eina løtu at gera brendu mandlurnar. Eg vildi mett at tær skulu hava umleið hálvan tíma á pannuni, um tær skulu fáa glans. Fá tær ein skammil at sita á ímeðan tú rørir og brynja teg við toli.

Tilfar

200 g mandlur

2 dl sukur

2 dl vatn

Arbeiðsháttur

Koyr alt tilfarið á eina pannu og koyr hitan for upp. Nú fer at bobla eitt sindur á pannuni. Rør og ansa eftir at tað ikki brennur. Dempa hitan og blív við at røra runt til sukrið byrjar at festa seg á mandlunum og blívur hvítt. Um nógv sukur situr “fast” á pannuni, kanst tú koyra hitan upp aftur, til sukrið at smeltar. Rør runt ímeðan og nú blíva mandlurnar aftur brúnar og blankar.

Legg mandlurnar á eitt stykki av bakipappír og lat tær kølna.

img_9062

Nú er klárt at eta. Mums hetta er lekkurt! Eg kann blíva við og við og við… og so má eg gera eina nýggja portión.

M&K

Skriv et svar