Bridget Jones’s Baby – 4 útav 6 stjørnum.. (Ongin spoilari)

Í gjár var “TøseTirsdag” aftur á skránni í Cinnemaxx í Aarhus. Eitt av mínum yndis tiltøkum at fara til, har kvinnur í øllum aldri samlast saman, til eitt hugnaligt kvøld. (Eg havi sagt tað fyrr, men hetta hevði verið upplagt at havt í Føroyum).

tt-bridget

Júst hendan dagin høvdu eg og tvær vinkonur glett okkum eyka nógv til. Hesuferð var tað nemliga tann nýggi Bridget Jones filmurin. Vit elska allar Bridget Jones, og eg veit frá mær sjálvari, um eg havi ein ringan dag, so kann ein Bridget Jones filmur verða besti heiluvágurin. Bridget er so fitt, elskulig, klossut og hjartagóð. Hehe.. stakkalin, tað gongur bara ikki altíð eftir ætlan hjá henni. Tí er tað gott at ugga seg við, at tað er ikki bara hjá einum sjálvum, at tað onkuntíð kiksar.

Vit plaga at nýta høvið til at hugna okkum við góðum mati og eitt sindur av brúsandi víni. Hvat tá? Man kann gott hugna sær eitt sindur eyka eitt týskvøld.

img_6012

 img_6002

Filmurin!

Tað kann ofta blíva ein trupulleiki, um man gleðir seg ov nógv. Eg hevði bygt mær nokk so høgar vantanir og tá er lætt at blíva skuffað. Men eg hevði eisini ein tanka um at tað fór at verða  torført at gera ein triðja film, sum livdi upp til hinar báðar. Og eftir mínari meining livdi hann ikki upp til høga niveau’ið á eittarinum og tveyarinum. Um eg deili filmin upp í tríggjar partar, so fær 1/3 seks stjørnur, 2/3 fær tvær stjørnur og 3/3 fær fýra stjørnur.

Hóast eg ikki eri so væl nøgd, hevði eg tó viljað sæð hann. Tí filmurin var fínur.

  Tað eru gott og væl tólv ár síðani seinasti filmurin kom út og tað kann man siga er long tíð. Tað hevur verið nógv prát um at Renée Zellweger hevur fingið so nógvar kosmetiskar operatiónir, at hon ikki fór at klára at spæla sama “ikki so vakra” Bridget. Men hetta kom hon væl frá. Hon var væl klænri enn vit kenna hana úr hinum báðum, men tað kendist sum var hon tann sama. Tað var fleiri ferðir at allar salurin flenti í kíki. Hennara plattu, óskyldigu viðmerkingar og hennara herliga gongulag, var onkuntíð nokk. Hon var enn líka forvirrað, stuttligt men hevði fingið betur klædnastíl. Tað kemur kanska við árunum og fekk shok tá hon fylti 43 ár. 43 ár.. eg síggi hana sum eina smágentu.

Onkur farin, onnur komin

Fleiri av teimum somu leikarunum eru enn við. Hennara vinfólk, foreldrini, stjórin og Mark Darcy. Patrick Dempsay í rolluni sum “Jack” var faktiskt fínur. Hann kom væl frá tí og man sá kanska eina heldur øðrvísi síðu av honum, enn man er vanur við frá Grey’s Anatomy. Cleaver sær man tíverri ikki hesuferð. Tað hugsaði eg ikki so nógv, men kanska tað var hann sum manglaði. Tað var ikki so stór kontrast ímillum leiklutirnar hjá Mark og Jack og tí bleiv søgan ikki so fangandi allan vegin. Har var kanska ov lítið drama. Ed Sheeran hevði ein lítlan part í filminum “The guy from Starbucks”. Sjúkrasysturin og tann nýggja Miranda sum arbeiðir saman við Bridget hava báðar tvær rollur, ið geva filminum eitt eyka boost. Har vóru nakrar sera stuttligar senir við teimum.

Søgan

Søgan kundi verið meira dramatisk. Hon var kanska í so fitt og har hendi ikki so nógv óvantað. Bridget var blivin vaksin og har vóru ikki líka nógvar pínligar hendingar. Kærleikslívið gekk fínt, og hon hevði fleirital av mannfólki sum fegnir vildu hava hana. Men sum sagt, faðirkandidatarnir mintu ov nógv um hvønn annan. Man fekk líka sum ikki hug til at “halda við nøkrum” tí báðir “faðir kandidatarnir” vóru líka fittir. Tað var ikki sum í hinum filmunum, har Daniel var tann “óndi” og Mark var tann “fitti”. Haha.. kanska tað bara eri eg sum havi hugsað tað so. Men ja tann parturin manglaði. Har var heldur ikki nakað klimaks, har alt sá út til at verða av hundanum til og so bleiv tað gott aftur. Tað var alla tíðina kontrol á støðuni. Eg má tó siga at teirra felags entre inná sjúkrahúsið í endanum av filminum, má vera ein tann stuttligasta scenan, sum skríggjar eftor júst tí góðu gomlu Bridget Jones, sum vit øll kenna og elska.

bj

Góður ella ikki góður. Bridget Jones er altíð stuttlig og tað er hon eisini í hesum. Um tær dámar hinar báðar, so skalt tú heilt sikkurt fara og hyggja eftir hesum eisini.

Eg vil fegin hoyra hvat tú helt um filmin 🙂

M&K

Skriv et svar