Brombermousse køka við brownie botni

  Hendan køkan má verða ein av mínum yndis. Hon er so frísk og samstundis júst passaliga søt við lekkra brownie botninum. Altso hon smakkaði væl. Og vakri liturin av bromberunum?? Waaauw! eg eri so positivt yvirraskað. Hetta var ein av teimum verkætlaunum, sum bara riggaði frá byrjan av. Ja, onkuntíð er man so heppin!

Mær dámar so væl at royna ymiskt nýtt, og her havi eg fyri fyrstu ferð, kasta meg út í at brúka hetta vakra prýði omaná køkuna.

TIPS: Til prýðið oman á køkuni, havi eg brúkt hesar hálvkúlurnar, sum man ger við  silikon formunum. Hetta kann keypast á netinum, ella í handlum sum Maria Poulsen osf. Trýst á hetta leinkið HER, fyri at síggja hvussu formurin sær út.

Vit fara bara beint til verka, tí hesa køkuna MUGU tit royna!

Tilfar til botnin

100 g smør

5 spsk kakao

2 stór egg

200 g sukur

100 g mjøl

Arbeiðsháttur

  • Set ovnin á 170 stig.
  • Smelta smørið.
  • Píska egg og sukur væl saman í einum bolla, so tað fær ein luftigan konsistens.
  • Koyr síðani mjølið og kakaopulvurið í og síðani rørir tú smørið saman við.
  • Koyr nú deiggið í ein form við 20 cm tvørmáti og baka mitt í ovninum í 30 minuttir. Lat botnin kølna.

Tilfar til brombermousse 

600 g bromber

1/2 l róma

5 spsk sukur

2 spsk vaniljusukur

5-6 husblas

Arbeiðsháttur

  • Legg husblas í vatn.
  • Koyr 500 g av bromberunum í eina grýtu og koyr restina aftur í frystaran.
  • Stroy sukur og vaniljusukur omanyvir og fá tað upp á kók. Rør eitt sindur í tí og royn og morla bromberini, so tú fært so nógva vesku burturúr sum gjørligt.
  • Brúka nú eina sikt, at skilja veskuna frá matinum av bromberunum. Koyr matin burtur og og rør husblas niður í bromberveskuna.
  • Lat kølna.
  • Píska róman.
  • Goym eitt sindur av rómanum til prýði.
  • Tá bromberveskan er kølnað, rørur tú spakuliga róman saman við.
  • Um tú hevur silikonformin at gera hálvkúlurnar við, so sproytar tú nú brombermousse í tríggjar hálvkúlur, og stillar tað í frystaran.
  • Tak nú brownie botnin úr springforminum og sker toppin av, soleiðis at botnurin er slættur.
  • Legg bakipappír niðast í botnin á sprinforminum, ella stilla browniebotnin á fatið, sum køkan skal borðreiðast á.
  • Koyr springformin runt um browniebotnin og brúka plastfolie (tað man bakar við) innan fyri kantin á springforminum, fyri eitt slættari endaúrslit.
  • Sproyta nú brombermousse’ina í springformin, og slætta yvirflatuna so væl tú kanst.
  • Stilla á køl í nakrar tímar (merk eftir nær køkan er stívnað)

Prýði

  • Tak springformin og plasfolie av.
  • Hálvkúlurnar skulu takast úr frystarinum og trýstast varliga úr silikonforminum. Legg tær nú oman á køkuna, og pynta við róma.
  • Tak bromberini úr frystarinum. Eg havi vent teimum í silvurpulvuri, áðrenn eg havi lagt tey á køkuna. (tað besta hevði verið at havt frísk bromber, tí tey frystu tiðna og kunnu so byrja at renna, aftaná eina tíma ella so)

Gott vikuskifti!

M&K

Skriv et svar