Brownie Jólatrø – Mums!

Jólini nærkast í hvørjum og er tað nakað eg ikki fái nokk av á jólum, so er tað sjokuláta. Hendan brownie køkan er ein tann besta eg havi smakkað og tí valdi eg at umskapa hana til hesi vøkru jólatrøini.

Um tú ikki eigur nokk av sjokulátu inni, kanst tú altíð stjala nakrar lúkur úr sjokulátakalendarinum.

Hesa uppskriftina gjørdi eg til Áblaðið, sum kom út í gjár <3

img_7994

Brownie Jólatrø

Tilfar til køkuna

180g myrk sjokuláta

60g smør

2 egg

180g sukur

10g kakaopulvur

½ tsk salt

40g hvít sjokuláta

40g ljós sjokuláta

Tilfar til prýðið

Saltstengur

Flormelis

Grøna fruktfarvu

Køkukrymmel

Arbeiðsháttur

Køkan

Set ovnin á 175 stig.

Smelta 120g av myrkari sjokulátu og smør í einari grýtu/skál yvir vatnbað.

Píska egg og sukur saman og rør síðani sjokuláta blandið saman við. Rør nú mjøl, kakaopulvurið og saltið í. Sker síðani hvítu, ljósu og myrku sjokulátuna í bitar og vend teimum í blandinum.

Vel ein fýrakantaðan form á umleið 16×16 cm, legg bakipappír á áðrenn blandið verður koyrt í. Baka køkuna í ovninum í 30 minuttir. Køkan kann tykjast at verða ov lítið baka tá tú tekur hana úr ovninum, men tað bilar ikki. Lata hana køla av og sker síðani køkuna í tíggju trýkantar, so stykkini líkjast jólatrøum.

Prýðið

Brúka flormelis, kókað vatn og fruktfarvu til at gera glasurið. Koyr tað síðani í ein plastposa, klipp eitt lítið hol á endan, og stroy glasurið útyvir jólatrøini. Koyr saltstengurnar í helvt og brúka tær sum fót á jólatrøunum. Enda við at prýða jólatrøini við køkukrymmel.

Eg havi klipt smáar stjørnur úr gullpappíri, líma tær á ein tannsteytara og trýst inn í toppin á jólatrænum, sum ein eyka smálut.

       15326314_1833338253617608_1132291215807467458_o

Sí allar uppskriftirnar úr farnu Á bløðunum HER

img_7993

Tey vaksnu fara at elska smakkin og børnini sniðgevingina.

M&K

Skriv et svar