Brownie v/Toms kavabóltum

Eftirsum at tað er 2.sunnudagur í advent, so liggur tað líka til høgra beinið, at deila eina lekkra uppskrift við tykkum:

Hendan má koma undir eina “jólaliga” brownie. Her er nemliga bæði nougat og marcipan kavabóltar í, umframt restina av tilfarinum. Ein góð brownie slær aldrin feil, og hendan er heilt sikkurt ein av teimum góðu.

Tilfar

150 g smør

300 g myrka sjokulátu

3 egg

200 g sukur

100 g mjøl

150 g nougat

100 g heslinøtir

150-200 g kavabóltar

Arbeiðsháttur

Set ovnin á 17o stig.

Smelta smørið í einari grýtu saman við 200 g av sjokulátuni.

Píska egg og sukur væl saman í einum bolla, so tað fær ein luftigan konsistens. Koyr síðani mjølið í og síðani rørir tú sjokulátasmørið saman við.

Sker nougat og 150 g av kavabóltum í smáar bitar (ella tí stødd tú ynskir).

Rør tað spakuliga í blandið, saman við heslinøtunum.

Koyr nú deiggið í ein form á umleið 18×25 cm og baka mitt í ovninum í 40-45 minuttir. Lat køkuna blíva kalda áðrenn hon skal borðreiðast.

Hon smakkar væl við ísi ella súrróma afturvið.

 

Vælgagnist!

M&K

Skriv et svar